Strandferðslan leggjast 5.hvørt ár av verkfalli

STRANDFERÐSLA OG VERKFALL Landstýrismaðurin í Fíggjarmálum, sigur, at tilboðið frá Skipara- og navigatørfelagnum friða Strandferðsluna fyri verkfall, loysir ikki trupulleikan

- Hetta er avgjørt positivt. Men hetta er ikki nøktandi!
Jørgen Niclen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, sum umsitur lønarsamráðingar við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, er ikki serliga hugtikin av tilboðnum frá Skipara- og Navigatørfelagnum um at friða Strandferðsluna fyri verkfall.
Í Sosialinum mánadagin staðfesti Eyðstein Djurhus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, at felagið er sinnað at samráðast um at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd, tá ið verkfall er.
Hinvegin er Skipara- og Navigatørfelagið ikki sinnað at siga verkfalsrættin frá sær heilt.
Ístaðin hevur felagið skotið upp at gera fimm ára sáttmálar, so at friðurin í øllum førum verður tryggjaður í fimm ár í senn.
Afturfyri skuldu yvirmenninir hjá Strandferðsluni fáa eitt serligt lønarískoyti.

Ov dýrt
Jørgen Niclasen heldur ikki, at hetta loysir ikki trupulleikan.
- Eftir hesum uppskotinum, ætlar Skipara- og Navigatørfelagið ikki at siga verkfalsrættin frá sær.
- Tvørtur ímóti vil felagið varðveita rættin at fara í verkfall 5. hvørt ár, staðfestir hann.
- Hetta er sjálvandi frægari enn eittárs- og tveyárasáttmálar, men tað er ikki loysnin og vit halda ikki, at tað er vert at rinda nakað nevnivert í lønarhækking fyri slíkt.
Og hann heldur, at lønarkravið frá Skipara- og Navigatørfelagnum afturfyri at binda frið í fimm ár var ov høgt til at tað kundi góðtakast.
Men hann vil ikki siga, hvussu høgt tað var.
Jørgen Niclasen staðfestir, harafturat, at politiska skipanin, vil, at verkfalsrætturin heilt skal burtur.

Onki verkfall
Hann heldur kortini ikki, at tað endamálið skal røkkast við at gera manningarnar til tænastumenn, tí tað er ein skipan, hann ikki tekur undir við.
Eftir hansara tykki er okkurt slag av eini tænastumannalíkandi skipan ein hóskandi loysn, har manningin ikki eru tænastumenn, men kortini ikki kunnu fara í verkfall.
- Tað kann gerast við at semjast um eitt sáttmála, har tað ikki ber til at fata í verkfall.
Jørgen Niclasen sigur, at sostatt skulu fakfeløgini geva verkfalsrættin frá sær og tað skulu tey so hava eitt ávíst lønarendurgjald fyri.
Landsstýrismaðurin sigur, at málið var til umrøðu í samráðingunum við Maskinmeistarafelagið, men tað komu tey ikki langt við.
Málið er so eisini áður umrøtt við Skipara- og Navigatørfelagið, sum bjóðaði sær til at binda frið í fimm ár í senn.
Og í næstum verða aftur samráðingar við felagið og tá verður spurningurin tikin fram aftur.
Jørgen Niclasen ásannar eisini, at tað verður ikki lætt, at finna semju um eina avtalu, sum friðar Strandferðsluna fyri verkfall.
- Tað eru tað væl eisini tað, sum fleiri landsstýrisfólk undan mær hava ásannað, tí hetta er ein trupulleiki, sum hevur spøkt í politisku skipanini í áratíggjur.

Kunnu friða
Í øllum førum heldur hann, at spurningurin kann ikki takast upp, fyrrenn lønarsamráðingarnar við øll tey almennu feløgini eru lidnar, tí ikki fyrrenn tá fær lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum umstøður og arbeiðsfrið at taka hetta málið upp.
Ein annar møguleiki er, at fakfeløgini spyrja seg sjálvi um, tað er eitt virðiligt verkfalsvápn at leggja nakrar fáar landspartar lamnar.
Halda fakfeløgini tað er tað ikki, kunnu tey gera av, at fara tey í verkfall, skal tað ikki raka Strandferðsluna, akkurát sum at sjúkrahús, eldabýli og sambýli heldur ikki verða stongd.
Eydnast ikki at finna semju, er hin møguleikin eftir. Og tann møguleiki er, at hvørja ferð tað verður lýst verkfall, samtykkir Løgtingið eina lóg, sum áleggur Strandferðsluni at sigla.
Sum tað sæst í hinari greinini, ber nevniliga ikki til at samtykkja eina lóg, ið, sum heild, tekur verkfalsrættin frá manningunum á Strandferðsluni.

Ólógligt

Tað er í stríð við altjóða sáttmálar at Løgtingið samtykkir eina lóg, sum, soleiðis yvirhøvur, áleggur skipunum hjá Strandferðsluni at sigla.
Johan Dahl sigur, at Strandferðslan kann bara áleggjast at sigla í teimum førum, tað er avgerðandi neyðugt.
Johan Dahl sigur, at altjóða ILO sáttmálin um rættindini at samráðast, sum eisini føroyingar hava bundið seg til at fylgja, forbjóðar Løgtinginum at samtykkja eina heildarlóg, sum áleggur Strandferðsluni at sigla.
Tí fer Johan Dahl heldur ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áleggja Strandferðsluni at sigla, soleiðis sum støðan er í løtuni, tí beint nú er ikki vandi fyri, at skipini verða rakt av arbeiðsósemju.
Men hann væntar fyri púra vist, at tá ið nýggir sáttmálar við avvarðandi fakfeløg eru undirskrivaðir, fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at samráðast við fakfeløgini um at eina avtalu, sum tryggjar, at Strandferðslan ikki verður løgd, tá ið ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum.
Men hann staðfestir samstundis, at miseydnast tað og, vit koma í eina støðu, har skipini hjá Strandferðsluni eru í vanda fyri at verða løgd av verkfalli, fer hann kortini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áleggja skipunum at sigla.
Men tað skal so gerast í hvørjum einstøkum føri, arbeiðssteðgur er, tí tað ber ikki til at lóggeva um hetta sum heild.