Sambært Innlendismálaráðnum, hevur Strandferðslan verið fyri stórum broytingum seinastu árini.
- Busskoyringin er bjóðað út til privatar at reka. Vesturleiðin og Leirvíksfjarðarleiðin eru niðurlagdar, og Farmaleiðir eru seldar. Talið av starvsfólkum er soleiðis minkað úr yvir 200 fólkum og niður í 120 fólk eftir fáum árum. Tá tunnilin til Sandoyar møguliga verður veruleiki um fá ár, so fer hetta aftur at merkja eina munandi minking í virksemimum hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi, og víðari verður ført fram, at:
- Gongdin á samferðsluøkinum í seinastuni ger tað viðkomandi at seta spurnartekin við, um virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins er skipað rætt í mun til tær uppgávur, sum stovnurin skal loysa í dag og framyvir.
Sett arbeiðsbólk
Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ at seta ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at gera uppskot til, hvussu almenni flutningurin verður rikin á ein slíkan hátt, so samfelagið fær sum mest burturúr hesum tænastum innan fyri galdandi karmar.
- Úrslitið av frágreiðingini skal verða eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins verður nútímansgjørt, soleiðis at raksturin verður tíðarhóskandi, effektivur og tænir endamálinum um samfelagsligt gagn, verður sagt.
Útseta starvsetan
Frágreiðingin verður latin landsstýrismanninum, sum eftir at hava viðgjørt málið í samgonguni, tekur støðu til, hvussu arbeiðast skal víðari við málinum. Eftir hetta verður endaliga tilmælið skrivað og latið landsstýrismanninum til støðutakan. Miðað verður ímóti, at tilmæli, ið eisini skal innihalda eina lýsing av, hvussu ein møgulig umskipanartilgongd kann leggjast til rættist og eina fyribils tíðarætlan fyri tilgongdini, verður latið landsstýrismanninum í ár, sigur Innlendismálaráðið, sum samstundis hevur gjørt av at bíða við at lýsa starvið sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins leyst, til endaliga frágreiðingin er latin landsstýrismanninum.
- Í tíðarskeiðinum frá 6. september 2006 til nýggjur stjóri verður settur, fer Niels Juel Arge, fíggjarleiðari, at virka sum stjóri á stovninum, verður boðað frá á Innlendismálaráðnum.