Nú er stórur vandi fyri, at øll skipini hjá Strandferðsluni verða løgd um nakrar fáar vikur.
Og hendir tað, er tað eisini stórur vandi fyri, at Strandferðslan heldur ikki fer at sigla á páskum.
Orsøkin er, at ósemja er ímillum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin, um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar hjá Strandferðsluni.
Sáttmálin fór úr gildi tann 1. oktober og síðani hava fleiri samráðingar verið ímillum partarnar.
Men allar samráðingar eru endaðar úrslitaleysar og tí vórðu semingsmenninir boðsendir herfyri.
Men stórt arbeiðstrýst hevur ført við sær, at partarnir hava verið samdir um at bíða við semingsroyndunum.
Lodda dýpið
Sostatt eru semingsroyndirnar ikki byrjaðar enn, men Alfred Petersen, sum er semingsmaður saman við Jógvan Amonsson, sigur, at teir eru farnir at lodda dýpið.
- Vit hava havt fyrireikandi prát við partarnar fyri at vita, hvat ósemjan ítøkiliga snýr seg um.
Fyrireikingarnar eru ikki lidnar enn og semingsmaðurin sigur, at verður niðurstøðan, at nakað er at byggja á, verður tað eitt sindur út í apríl, at sjálv semingsroyndin byrjar.
Skírishósdagur er 21. apríl, so gongur illa, er vandi fyri, at Strandferðslan verður rakt av arbeiðssteðgi á páskum, skuldi tað hent, at semingsroyndin endar úrslitaleys.
Og tað er slett ikki ósannlíkt at samráðingarnar enda úrslitaleysar, tí bæði Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistaragfelagnum, søgdu við Sosialin herfyri, at partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum og at vandi er fyri, at tað endar við arbeiðssteðgi.
4 tímar á muni
Tað er ikki so nógv sjálvur lønarkarmurin, sum forðar fyri eini semju ímillum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin um yvirmenninar hjá Strandferðsluni.
Lønardeildin hevur bjóðað teimum somu lønarhækkingar, sum øll hini hava fingið.
Men feløgini leggja dent á, at tey vilja eisini samráðast um arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum.
Altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru við í, eru broyttir í seinastuni og her er talan um sáttmálar, sum avmarkar arbeiðstíðina og leingir hvílitíðina hjá yvirmonnunum.
Og Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið vilja ikki gera nýggjan sáttmála, sum ikki speglar broytingarnar í altjóða sáttmálunum.
Fyri at siga tað so einfalt, sum gjørligt, hava yvirmenninir hjá Strandferðsluni eina arbeiðstíð upp á 49 tímar um vikuna.
Í heilt rundum tølum føra hesar broytingarnar við sær, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast fýra tímar, niður í 45 tímar um vikuna.
Men hetta skal gerast uttan at lønin lækkar, tí feløgini fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at nýggi sáttmálin verður verri enn tann, sum fer úr gildi.
Samstundis vilja feløgini ikki góðtaka, at yvirmenninir hjá Strandferðsluni fáa nýggj setanarskriv við lægri lønarbrøki, tá ið túrar verða lagdir burtur ímillum.
Skulu fylgjast
Hetta vil lønardeildin ikki hoyra talan um.
Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, staðfestir, at verður arbeiðstíðin stytt, skal lønin eisini lækka.
- Tað, sum fakfeløgini vilja hava, er, at arbeiðstíðin skal styttast, men at lønin skal ikki fylgja við niðureftir.
- Men tað gongur aldrin, tí lønin skal fylgja arbeiðstíðini, sigur Snorri Fjallsbak.
Les eisini greinina: Samráðast nú um at friða Strandferðsluna