- Eg síggi avgjørt ongan vanda í at Strandferðslan er flutt til Suðuroyar.
Tað var við góðum treysti, at Jákup Danielsen læt dyrnar upp á spildurnýggju Strandferðsluni á Tvøroyri klokkan átta í morgun.
Í fjør varð avgjørt, at flyta umsitinginina av Strandferðsluni til Tvøroyrar og í morgun varð tað so komið hartil, at skrivstovan á Tvøroyri læt upp fyri fyrstu ferð í nýumvældum og avbera snotiligum hølum í gomlu smiðjuni mitt á Tvøroyri.
Men sostatt kann eisini sigast, at Strandferðslan loksins er komin heimaftur, eftir eina heila øld í útlegd, tí tað var júst á Tvøroyri at alt byrjaði tá ið Mortensensmenninir bygdu tann fyrsta Smyrilin í 1895 og sostatt tóku stig til strandfarasigling í Føroyum.
Gjørt til skammar
Tá ið avgerðin varð tikin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar, treyt ikki við dómadags-spádómum um, at nú fór stovnurin í sor og at øll vitanin, sum varð bygd upp í mong ár, fór fyri skeytið.
Men so svart sær fyribilsstjórin, Jákup Danielsen, ikki upp á tað, tvørturímóti.
- Eg síggi als ongan vansa í at flyta stovnin til Suðuroyar. Talan er bara um nýtt starvsfólk og tvørturímóti fáa tey nú høvi at byggja upp ein nýggjan stovn við eini nýggjari mentan og tað er ikki vist, at tað er ein bági.
- Nei, er onkur vitan farin fyri skeytið, er tað ikki vist, at hon var so neyðug fyri stovnin at hava, legði eitt av nýggju starvsfólkunum turrisliga afturat.
- Vit á Strandferðsluni kenna okkara uppgávur og tær leggja vit okkum eftir at røkja. Hetta er eitt reiðarí og føroyingar eru vanir at reka reiðarí, so tað er ongin orsøk at fyrigykla sær, at tað er torførari enn tað, verður lagt afturat.
Tað verður heldur ikki so, at tað verður ein tíð, har Strandferðslan fer at liggja bakk, til hon hevur fótað sær á Tvøroyri.
- Fleiri av fólkunum hava arbeitt á Strandferðsluni í Havn. Vit løgdu stilt í eina viku ímeðan vit fluttu og nú eru vit í sving aftur. Eg haldi, at vit hava dugnaligt fólk og stemningurin er avbera góður, so tað beri eg ongan ótta fyri, sigur stjórin.
Gott fyri miðbýin
Men sjálvandi skal arbeiðsgongdin leggjast eitt sindur um. Ístaðin fyri at ferðast út frá Havnini í samband við skip, skal nú ferðast út frá Suðuroy, men tað eru bara einstøk starvsfólk og tað dugi eg heldur ikki at síggja nakran vansa í, tí við nýggja Smyrli er ferðasambandið avbera gott.
Tvørturímóti heldur hann, at tað kann vísa seg at verða arbeiðsligari at vera eitt sindur burtur frá miðfyrisitingini, uttan tó at hann við hesum skal siga, at tað hevur verið ein trupulleiki frammanundan, tí tað kennir hann onki til.
Hinvegin heldur hann, at Strandferðslan hevur fingið eini avbera góð høli á Tvøroyri at vera í.
- Vit liggja mitt í býnum. Vit eru sostatt ein fastur partur av býarmyndini á Tvøroyri og tað fer uttan iva at seta meiri lív í miðbýin á Tvøroyri at fáa eitt so stórt arbeiðspláss í hjartanum í býnum, sigur Jákup Danielsen
Hann sigur eisini, at stovnur sum Strandferðslan hevur eisini eitt sindur av avleiddum virksemi við sær so tað fer uttan iva eisini at síggjast aftur hjá handlum og tænastufyritøkum á plássinum.
Hann leggur afturat, at tey eru ómetaliga væl móttikin á Tvøroyri og nógv fólk hevur verið spent eftir at hon skuldi lata upp.
- Tað hevur nógv fólk verið inni á gólvinum og forvitnast ímeðan húsið varð innrættað.
Sært tú fyri tær, at fleiri stovnar kundu verðið fluttir úr Havnini.
- Stovnar sum ikki hava so nógv beinleiðis samskifti við viðskiftafólk, kunnu verða, hvar tað skal vera, tí nú eru samskiftismøguleikarnir so góðir
14 fólk
Tað arbeiða 14 fólk í umsitingini hjá Strandferðsluni og tað eru nøkur fá færri enn tað arbeiddi á miðfyrsitingini í Havn.
Eitt fólk skal setast afturat og tað er ein KT-umsitari.
- Tey allarflestu, sum arbeiða á stovninum eru suðuroyingar, men onkur í Havn hevur eisini sæð hetta sum ein møguleika at flyta suður og hevur tikið tað stóru avgerð at selja hús og heim í høvuðstaðnum er fluttur suður.
Annars var onki hóvasták gjørt burtur úr, nú Strandferðslan letur upp á Tvøroyri, men fríggjadagin 25. januar er ætlanin at hava almenna móttøku.
Á myndini síggjast so tey, sum mynda tað nýggju Strandferðsluna í Suðuroy. Aftara rað frá vinstru eru tað Rógvi Thomsen á fíggjardeildini, Eyðfinn Debes, lønumsitari á fíggjardeildini, Rógvi Kærbech, manningarsamskipari, Jan Haldansen, leiðari á sjódeildini, Hans Petur Joensen, fíggjarleiðari, Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari, Bogi Mortensen, leiðari á samferðsludeildini, Conrad Gaard Joensen, inspektørur og Jákup Danielsen, stjóri.
Fremra rað frá vinstru eru tað Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivari, Maria Joensen, sølusamskipari, Arnhold Hvalsrætt, KT samskipari, Osla Jacobsen á fíggjardeildini og Svanna Hjelm á fíggjardeildini. Arnhold Hvalsrætt er bara í fyribils starvi, til nýggjur KT samskipari er settur