Strandferðslan fær nú eitt skip afturat

Strandferðslan skal sleppa undan at leiga dýrar bátar, tá ið skip eru á beding, ella fáa teknisk brek

Nú er ætlanin at Strandferðslan skal fáa eitt skip afturat.

 

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, hevur Hendrik Old, landsstýrismaður, landsstýrismaður í samferðslumálum, biðið um at fáa níggju milliónir krónur afturat til Strandferðsluna.

 

Peningurin skal brúkast til at byggja, ella at keypa eitt skipa afturat til Strandferðsluna, sum kann vera til taks at brúka, tá ið skip fara á beding, ella fáa teknisk brek av ymsum slagi, so at tey mugu takast úr sigling eitt skifti.

 

Hendrik Old sigur, at skal Strandferðslan klára at røkja sínar skyldur til fulnar, og tryggja eitt nøktandi ferðasamband, samstundis sum at rakstrarútreiðslurnar verða so lágar sum tilber, er tað stórur tørvur á at fáa eitt skip afturat.

 

– Í dag leiga Strandferðslan dýrar, privatar ferðafólkabátar fyri at kunna røkja sínar skyldur, men teir eru dýrir og harafturat eru teir ofta upptiknir.

 

Eitt dømið um, hvussu trupul støðan kann vera, fingu vitm, nú Ternan fór í dokk.

 

– Tað skuldi vara í 10 dagar, men vardi í tveir mánaðar. Báturin, sum varð leigaður at røkja siglingina ímeðan Ternan var í dokk, kostar 15.000 krónur um dagin, so bara hesa ferð kostaði tað næstan eina millión at leiga avloysaraskip.

 

Hendrik Old vísir á, at Strandferðslan má ofta eisini avlýsa túrar, tí einki eykaskip er til taks, tá ið okkurt óhapp er.

 

– Umframt dokkingar og teknisk brek, er talan eisini um at fáa kabaluna at ganga upp, tá ið eykatúrar og farmatúrar eru, leggur hann afturat

 

Tí mælir Strandferðslan til at hon fær ein skjóttgangandi glastrevjabát til 110 ferðafólk, ið siglir 28 míl, og sum lýkur øll tey nýggjastu krøvini til ferðafólkaflutning.

 

– Báturin verður mettur at kosta níggju milliónir krónur, men hetta er ein sera góð og røtt íløga, sum eisini loysir seg fíggjarliga, tí sparingar verða í rakstrinum, sigur Hendrik Old,

 

Hann vísir á, at kravið frá skipaftirlitimum er, at skipini hjá Strandferðsluni skulu í dokk á hvørjum ári.

 

– Miðalaldurin á skipunum hjá Strandferðsluni er 32 ár, táið Smyril ikki er taldur við, og so hvørt skipini eldast, verður tíðin, skipini eru í dokk, alsamt longri, og arbeiðið verður alsamt dýrari.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at Strandferðskan brúkar umleið 1,5 milliónir krónir um árið upp á at leiga avloysaraskip. Og hann sigur, at ein annar møguleiki enn at byggja nýtt skip, er at keypa eitt brúkt skip, sum til dømis Silju Star ella Jósup, og sum kosta ímillum sjey, og sjey og eina hálva millión, at keypa.