Strandferðslan: Enn fleiri avlýsingar í dag

Bussarnir millum Tórshavn og Vestmanna og Tórshavn og flogvøllin eru givnir at koyra og tað sama er galdandi fyri bussarnar til Gomlurætt. 

 

Samstundis eru bussarnir, sum koyra av Oyrabakka til Gjáar, Eiði og Tjørnuvík givnir at koyra fyri dagin. 

 

Bussarnir úr Tórshavn til Klaksvíkar og Toftir eru eisini givnir, eins og bussarnir av Skálafjørðinum inn til Glyvrar, Æðuvík, Rituvík og Oyndarfjarðar eru givnir, og tað sama kann sigast um bussar úr Fuglafirði. 

 

 

Fyri veður eru bussarnir úr Klaksvík og til ávikavist Kunoy og Viðareiði eisini givnir fyri dagin og tað sama er at siga um bussar millum Skopun og Skálavík, og millum Sand og Dal. 

 

Bussurin millum Tvøroyri, Vág og Sumba er eisini givin fyri dagin. 

 

Sjóferðslan er eisini ávirkað, tí Nólsoyarleiðin hevur avlýst fleiri túrar og siglir aftur klokkan 22, meðan eingin sigling er til Skúvoyar restina av degnum. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.