Strandferðslan avsannar beinspenning

Stjórin í Strandferðsluni heldur ikki, at stovnurin hevur sett fyriskiparunum av ovastevnuni órímilig krøv

“Strandfaraskip Landsins hevur á hvørjum ári lagt nógva orku í fyri at fáa eina so góða loysn, sum til ber í sambandi við ovastevnu.”

Hetta stendur millum annað í einum skrivi frá Strandfaraskipum Landsins, sum er sent fjølmiðlum í sambandi við ein grein, sum stóð í blaðnum í gjár. Í greinini var ein samrøða við Jákup av Skarði, fyriskipara av ovastevnu, ið fýltist á vánaligu treytirnar, sum nólsoyingar fáa frá Strandfaraskipum Landsins.

Hesum vil stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Regin Vágadal, ikki hava sitandi á sær, hóast hann í skrivinum váttar, at nólsoyingar mugu rinda 15.000 krónur fyri leigan av skipi allan vegin úr Klaksvík, umframt gjaldið á 20.000 krónur og hækkaðu ferðaseðlaprísirnar umborð á Rituni, sum fer at kosta hvørjum festivalgesti ein hundraðkrónuseðil.

Í skrivinum frá Strandfaraskipum Landsins verður viðmerkt, “...at um veðurlíkindi ikki verða til vildar, sum allarhelst hevði viðført fá fólk (sum vit sjálvandi ikki vóna!), so viðførir hetta eitt fíggjarligt tap fyri SL”.