Strandferðslan avlýsir fleiri túrar í dag

Hann sigur frá stormi og Strandferðslan bindur um heilan fingur

Hann sigur frá rættiliga nógvum vindi seinni í dag, og sum kvøldið líður, sigur hann upp í storm summastaðni av suðuri og landsynningi.

 

Fyrrapartin í morgin verður eisini nakað av vindi, men so minkar hann og fer hann vestur um til útsynning.

 

Men veðurtíðindini fáa Strandferðsluna at avlýsa fleiri túrar í dag og í kvøld.

 

Í hesum sambandi siglir Teistin sín síðsta túr í dag úr Skopun klokkan 16.35 og av Gomlurætt klokkan 17.20. Og seinasti túrur út í Hest verður av Gomlurætt klokkan 14.30, men tað er bara eftir tilkalling. Eisini Ternan avlýsir sigling til Nólsoyar og sostatt verða túrarnir av Havnini klokkan 22 og úr Nólsoy klokkan 22.20 í kvøld, ikki sigldur.

 

Og somuleiðis avlýsir Smyril túrar í kvøld og tískil verður túrurin av Krambatanga til Havnar klokkan 21 í kvøld, ikki sigldur. Og av tí sama fellur túrurin av Havnini suður á Krambatanga klokkan sjey í morgin árini eisini burtur. Siglt verður av Krambatanga norður til Havnar í morgin klokkan 9.30, sigur Strandferðslan.