Nú er stórur vandi fyri, at øll skipini hjá Strandferðsluni verða løgd um ein mánað.
Tað er greitt eftir at sáttmálasamráðingarnar ímllum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og tey bæði fakfeløgini, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin, eru slitnaðar úrslitaleysar.
Sostatt eru semingsmenninir boðsendir. Teir eru Jógvan Amonsson og Alfred Petersen, men teir hava so nógv at gera beint nú, at partarnir eru samdir um, at semingsroyndirnar skulu ikki byrja fyrrenn síðstu vikuna í hesum mánaðinum.
Semingsmenninir kunnu so útseta ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku.
Sostatt verður tað í fyrstu vikuni í apríl, at vit fáa at vita, um tað enn einaferð verður brúk fyri at loysa sluppina Johonnu og aðrar bátar at føra farm og fólk og fæ ímillum meginøkið og Suðuroynna og hinar oyggjarnar, sum ikki hava fast samband.
Vánalig útlit
Men tað er longu nú greitt, at útlitini fyri at finna eina semju, eru vánalig.
Bæði Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, eru samdir um, at samráðingarnar ganga illa.
Tey bæði feløgini samráðast saman.
- Tað eru sum um at vit og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum ikki tosa á sama frekvensi, sigur Eyðstein Djurhuus.
- Higartil hava vit í øllum førum ikki merkt at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum ikki hevur lurta eftir tí, vit hava ført fram
- Vit vóna sjálvandi tað besta, at avleiðingin kann saktans verða, at semingsroyndin miseydnast so at skipini verða løgd, leggur hann afturat.
Langt ímillum
Páll Hansen sigur, at sáttmálin fór úr gildi 1. oktober, men síðani hava nógvar samráðingar verið og tí hava bara tríggir samráðingarfundir verið við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála við yvirmenninar hjá Strandferðsluni.
- Men tað gongur ikki serliga væl og vit standa langt frá hvørjum øðrum, staðfestir formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
- Hetta er ein øgiliga keðilig støða heldur Páll Hansen, men innast inni væntar hann kortini, at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fer at ásanna, hvussu neyðugt tað er at finna eina semju.
Men gongur tað heilt illa, kann tað sjálvandi seta alla ferðaætlanir á páskum í vanda, tí skírishósdagur er 21. apríl.
4 tímar
Tað er ikki so nógv sjálvur lønarkarmurin, sum forðar fyri eini semju ímillum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin um yvirmenninar hjá Strandferðsluni.
Báðir fakfelagsformenninir siga, at lønardeildin hevur bjóðað teimum somu lønarhækkingar, sum øll hini hava fingið.
Men fakfeløgini vilja eisini tosa um arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum.
Tveir altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru við í, eru broyttir í seinastuni. Annar sáttmálin, sum er Maritime Labour Convention, er broyttur, so at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast og hin, sum er IMO sáttmálin, er broyttir so at hvílitíðin skal longjast.
Fyri at siga tað einfalt, hava yvirmenninir hjá Strandferðsluni eina arbeiðstíð upp á 49 tímar um vikuna.
Og Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið vilja ikki hoyra talan um at gera nýggjan sáttmála uttan at nýggju broytingarnar eru við.
Í heilt rundum tølum føra hesar broytingarnar við sær, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast fýra tímar, niður í 45 tímar um vikuna.
Og tað er í hesum sambandi, at samráðingarnar eru slitnaðar, tí tað við lønardeildin ikki hoyra talan um.
Gongur aldrin
Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, er samdur við teir báðar fakfelagsleiðararnar, at tað er spuringurin um arbeiðstíðina, sum liggur í buktini.
Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið vilja bara gera ein nýggjan sáttmála, har nýggjar altjóða ásetingarnar um styttri arbeiðstíð og longri hvílitíð er við.
Tað merkir, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum við Strandferðsluni runt roknað skal styttast fýra tímar um vikuna, siga teir.
Men tey bæði fakfeløgini staðfesta, at tey vilja ikki góðtaka ein sáttmála, sum er verri enn tann, tey nú hava.
Og tað er her, ósemjan er, tí Snorri Fjallsbak staðfestir, at verður arbeiðstíðin stytt, skal lønin eisini lækka.
- Tað, sum fakfeløgini vilja hava, er, at arbeiðstíðin skal styttast, men at lønin skal ikki fylgja við niðureftir.
- Men tað gongur aldrin, tí lønin skal fylgja arbeiðstíðini, sigur Snorri Fjallsbak.
ni hjá Strandferðslun verða løgd fyrstu vikuna í apríl