Strandferðslan aftur nú í fíggjarligari neyð

Hon fær brúk fyri nakrar milliónum afturat í ár, annars mugu bæði sigling og koyring skerjast

Strandferðsla

Strandferðslan er aftur í ár í fíggjarligum trupulleikum.
Longu nú, áðrenn árið er hálvrunnið, er tað greitt, at Strandferðslan má fáa nakrar milliónir afturat, skal hon ikki noyðast at skerja bæði sigling og koyring rættiliga nógv.
Strandferðslan er júst nú liðug fyri roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
?Eftir teimum metingum, vit hava gjørt út fra tí, koma vit at mangla 4,3 milliónir afturat í ár, fyri at kunna varðveita tað virksemið, vit hava, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Men tað kemur ikki óvart á strandferðslustjóran, at játtanin í ár fer ikki at halda.
Tað hevur Strandferðslan vita leingi og fyrr í ár var eisini ætlanin at seta sparitiltøk í verk fyri at kunna halda játtanina.
Men ein stórur trupulleiki er, at politisk myndugleikin noktaði Strandferðsluni at seta tey sparitiltøk í verk, sum ætlanin var at seta í verk fyri at fáa játtanina at halda.
Og nú roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing í ár er gjørdur, vísir hann, at at Strandferðslan hevði eitt hall upp á 1,6 millión tíggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár.
? Út frá tí hava vit mett, skulu vit varðveita tað virksemið vit hava, tað, sum eftir er av árinum, koma vit tilsamans at mangla 4,3 milliónir, tá ið árið er úti.
Sparingarnar, sum vit ikki sluppu at seta í verk fyrr í ár, høvdu givið Strandferðsluni eina sparing uppp á 2,4 milliónir.
Fyrr gjørdi fíggjarmálaráðið av at taka almenn akfør úr trygging, so tað hevur Strandferðslan gjørt.
-?Tað meta vit fer at kosta 600.000 krónur í ár, sum ikki eru roknaðar við frammanundan.
Kristian Davidsen vísur eisini á, at Smyril kom at krevja væl størri umvælingar enn upprunaliga met, tá ið hann var í dokk í vár. Talan var um brek, sum ikki sóust, fyrrenn teir fóru at taka sundur, men tey óvæntaðu brekini kostaðu 1,3 millión eyka.
Tað eru serliga hesar tríggjar eyka útreiðslurnar, sum gera, at stovnurin kemur at mangla 4,3 milliónir í ár.

Hallið kann gerast enn størri
Men Kristian Davidsen leggur tó afturat, at hallið hjá Strandferðsluni kann blíva enn størri, tí í hasum 4,3 milliónunum hevur hon ikki roknað við, at lønirnar fara at hækka eftir samráðingarnar í oktober.
? Tað kann geva Strandferðsluni eyka útreiðslur í seinasta ársfjórðingi í ár.
Harafturat er heldur ikki roknað við øðrum, óvæntaðum umvælingum, men tekur nakað seg upp, verður fíggjartørvurin hjá Strandferðsluni enn størri.
Tó hevur Strandferðslan gjørt av at útseta allar umvælingar, sum kunnu bíða, til næsta ár.
Hann sigur, at eisini aðrir óvissar kunnu stinga seg upp. Eitt er farmaflutningurin ógvuliga nógv tengur at, hvussu tað gongst í fiskivinnuni.
Samstundis hevur verkfallið kostað Strandferðsluni væl av inntøkum, tí tá varð ongin farmur fluttur, samstundis inntøkurnar hjá Bygdaleiðum eisini minkaði munandi.
Men, hvussu nógv, verkfallið kostaði, hevur Strandferðslan ikki gjørt upp enn.
Tað er eisini ein spurningur um, hvussu oljuútreiðslurnar verða, tí hækkar oljan aftur, førir tað eisini eyka útreiðslur við sær.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hann hevur kunnað landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, um støðuna.
Men hann sigur, at fær Strandferðslan ikki eina eykajáttan, verður neyðugt at seta sparingar í verk og tað kann bara gerast við at skerja sigling hjá skipunum og koyring hjá bussunum.