Strandferðslan aftur hótt av verkfalli

- Tað vísir seg, sum um at tað ber ikki til at fáa nakrar sømdir frá tí almenna, fyrrenn rættiligt trýst verður lagt á.

Hetta er niðurstøðan hjá Eyðsteini Djurhuus, formanni í Skipara- og Navigatørfelagnum, eftir samráðingar hósdagin um nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn við almennum skipum.

Og har eru snávingasteinar, sum kunnu verða ringir at sleppa um.

Eftir fundin hósdagin eru partarnir samdir um at halda fram við samráðingunum í næstu viku.

Eyðstein Djurhuus sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvønn veg tað ber.

Men hann vil ikki siga, at tað gongur so øgiliga væl, tí í fíggjarmálaráðnum eru tey trek at ganga krøvunum á møti.

Samráðingarnar fevna um sáttmálar fyri skiparar og stýrimenn við skipunum hjá Strandferðsluni og rannsóknarskipunum, Magnusi Heinasyni.

Hetta merkir so aftur enn einaferð hongur verkfalshóttanin yvir Strandferðsluni.

Eyðstein Djurhuus væntar ikki, at sjálv lønarhækkingin verður tann stóri snávingarsteinurin, tí í tí sambandi metir hann, at karmarnir eru lagdir

- Tað mest avgerandi í hesum samráðingunum verður at finna semju um at laga arbeiðstíð og hvílitíð til teir nýggju altjóða sáttmálarnar, sum eru settir í gildi.

- Í samráðingunum fara vit tískil at krevja, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum verður skerd fyri at lúka krøvini í teimum altjóða sáttmálunum.

Í løtuni er arbeiðstíðin 2.548 tímar um árið og felagið krevur, at hon verður stytt niður í 2400 tímar.

Somueleiðis koma nýggjar reglur um hvílitíð í gildið, so at hereftir skulu yvirmenn hava hvíld minst 10 tímar um samdøgurið og minst 77 tímar um vikuna.

Tað ber tó til at gera frávik frá reglunum um hvílitíð, men so skal semja fáast um tað.

- Í ringasta føri merkja nýggju hvílireglarnar, at túratalið hjá Strandferðsluni má skerjast.