Strandarlandssamráðingar um svartkjaft

Samráðingar

Samráðingarfundur millum strandarlondini (Føroyar, ES, Noreg, Ísland umframt Russland sum serliga innboðið) um felagsumsiting og býtið av svartkjaftastovninum verður hildin á Hotel Hafnia í Tórshavn 28. og 29. september. Fundurin er tann 14. millum londini, síðan samráðingarnar tóku seg upp í 2000.
Sum ein høvuðspartur, tá ið tað snýr seg um svartkjaft, hava Føroyar áhaldandi víst á, at ein varandi býtislykil millum strandarlondini eigur at taka støði í fleiri viðurskiftum, t.e. fiskiskapur, økistilknýti, bundinskapur, atkoma og gransking.
Svartkjaftastovnurin hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, bæði sum beinleiðis tilfeingi til íðnaðarframleiðlsu og til matna, og eisini í sambandi við tann áhugan, sum er hjá øðrum londum at veiða svartkjaft í føroyskum øki. Í mun til onnur øki kann svartkjaftur fiskast lønandi í føroyska økinum at kalla alt árið.
Gongdin í fiskiskapinum tey seinastu árini hevur víst seg at vera nógv øðruvísi, enn hvat ið vísindaráðgevingin annars hevur roknað við. Stovnurin hevur víst seg at tola eina størri veiði enn hildið varð fyri tveimum árum síðani, tá ið ICES mælti til at stegða fiskiskapinum heilt í 2002.
Í 2003 mælti ICES til eina heildarkvotu á 600.000 t, meðan samlaða veiðan í 2003 var 2.3 millión tons. Fyri 2004 mælti ICES til eina heildarkvotu á 950.000 t. Sambært seinastu tølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum hava føroysk skip fram til 22. september í ár veitt tilsamans 272.000 t tons av svartkjafti, harav eini 115.000 t í føroyskum sjógvi. Útlendsk skip hava veitt 205.000 t í føroyskum øki higartil í ár. Í juni í ár var samlaða veiðan komin upp á 1.6 m t. Fyri 2005 mælir ICES til eina heildarkvotu á 1.075.000 t.
Á strandalandafundinum týsdagin fer Jan Arge Jacobsen, fiskfrøðingur at leggja fram nýggjastu fyribils úrslit hjá einum arbeiðsbólki um svartkjaft, sum strandarlondini settu í fjør heyst til tess at útgreina spurningar viðvíðjandi m.a. útbreiðslu, ferðamynstri, stovnsbygnað og -samansetning. Hóast útlitini fyri svartkjaftastovnin eru bjartari enn higartil hildið, valdar framvegis óvissa um, hvussu stovnurin fer at útvikla seg undir støðugt ótálmaðum veiðitrýsti, sum fiskiskapurin er í løtuni.
- Tað er eyðsýnt, at vit mugu gera okkara til at finna eina varandi semju millum strandarlondini um, hvussu svartkjaftastovnurin verður umsitin og býttur. Ein burðardygg gagnnýtsla av svartkjafti undir tryggum kørmum og við einum rættvísum býti millum londini kann hava uppaftur størri týdning fyri Føroyar í framtíðini, heldur løgmaður.
-Í føroysku sendinevndini verða: Kate Sanderson, (samráðingarleiðari) og Kaj P. Mortensen frá Løgmansskrivstovuni, Jens Helgi Toftum úr Fiskimálaráðnum, Hjalti í Jákupstovu og Jan Arge Jacobsen frá Fiskirannsóknarstovuni, umboð fyri Reiðarafelagið, umframt Árni Olafsson, umboðandi danska uttanríkismálaráðið.