Strandaður hvalur skal skerast upp

Ein 10 metrar langur avgustur, sum rak upp á land við Nørre Lyngby í Norðurjyllandi týsdagin, skal skerast upp. Tað mesta verður koyrt burtur, men beinagrindin og skølturin skulu á Zoologisk Museum í Keypmannahavn.

Tað er Fiskeri- og Søfartsmuseet í Esbjerg, sum stendur fyri arbeiðinum.

Avgustur er tann størsti tannhvalurin, og teir størstu eru upp í 19 metrar til longdar og viga 45 tons.

Fyribilskanningar vísa, at hvalurin, sum rak upp á land í Norðurjyllandi, er deyður fyri fleiri mánaðum síðani.