Hondbóltur
Sært tú onkran vestmenning liggja í svøvni. Hálvgum rópani um hjálp, samstundis sum hann nevnir okkurt um teir hvítu av Strondum, so lat hann abra sova. Ivaleyst er tað bert marran um enn eitt møti við strandingar, sum plágar, og tað er tað sum so einki forgjørt í.
StÍF hevur nevnliga hesi seinnu árini fingið sær tann vana ? í Vestmanna siga tey helst óvana ? at júst VÍF er eitt lið, sum bara skal vinnast. Í steypakappingini hava strandingarnir fýra ár á rað verið endastøðin hjá VÍF, og eisini í landskappingini hava teir ofta verið tungir at syfta hjá VÍF.
Tveittu alt burtur
Sunnudagin hittust liðini so fyri triðju ferð innan góða viku, og aftur hesa ferð endaði alt við sigri til StÍF. Longu fyrstu løtuna bendi alt á, at talan skuldi gerast um tryggan heimasigur, men sum hálvleikurin leið, so kom VÍF tó alt betri við.
Seinastu løtuna fyri steðgin var tað tó, sum um einki vildi bera til hjá gestunum. Eitt eyðkenni, sum hevur sermerkt VÍF hetta kappingarárið, har teir fleiri ferðir hava mist takið á dystum júst seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum. Strandingar skutu seg hesaferð av 8-8 upp á 12-9, og hetta var ein leiðsla, sum VÍF ongan tíð megnaði at vinna aftur.
Seinna hálvleik var annars fleiri ferðir um reppið, at tað skuldi eydnast VÍF at toga aftur, men hvørja ferð talan var um ein avgerandi møguleika, so varð ikki tikið av hesum. Fleiri ferðir vórðu óneyðugir bóltar tveittir burtur, og eitt mundi tað kennast sera rámandi fyri ójøvnu avrikini hjá liðnum í ár, at Sámal Joensen bert fekk eitt mál hesaferð. Hann fekk 14 mál, tá VÍF vitjaði á Skála fýra dagar undan hesum dystinum!
StÍF hongur í oddinum
Og hjá VÍF mundi tapið kennast sum enn eina staðfesting av, at hetta á ongan hátt verður teirra kappingarár. Sum støðan hevur verið, so hevur liðið annars havt fleiri møguleikar at nærkast oddinum, soleiðis at eitt sindur av stuttleika kundi komið í, og møguleikan høvdu teir eisini hesaferð.
Treytin var, at Neistin skuldi vinna høvuðsstaðaruppgerðina, men tá vestmenningar sjálvir ikki megnaðu at taka av, so kundi hetta vera tað sama fyri teirra viðkomandi.
Tað kundi tað hinvegin ikki vera hjá StÍF, sum nú av álvara hevur fingið samband við oddin aftur. Tapið hjá Kyndli merkti, at teir nú bert eru tvey stig omanfyri strandingarnar. Ein munur, sum kann hvørva heilt, tá liðini hittast annað vikuskifitð.
Akkurát tann dysturin er tó neyvan tann, sum stendur fremst í hugaheiminum hjá StÍF í løtuni. Fjórða árið á rað eru teir partur av steypafinaluni, og hesaferð mugu teir eisini lata sær lynda at verða róptir favorittar til dystin.
Tað skerst tó ikki burtur, at liðið uttan Svein Justinussen hevur mist kanska mest týðandi álopsvápnið, og í Marian Cirloganescu má vera ein stinnan málverja fyriuttan. Higartil hava tað tó verið aðrir, sum hava megnað at lyft arvin eftir hesar, og tað fara teir so aftur at royna leygardagin.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 26-22 (12-9)
Málskjúttar
StÍF: Bent Djurhuus 6, Alexandur Johansen 4(1), Sverri Justinussen 4, Borgar Danielsen 4, Artur Johansen 1(1), Pauli Hansen 1, Andre F. Danielsen 1
VÍF: Johnny Joensen 8, Agnar Joensen 4(2), Daniel Rápa 3, Áki G. Olsen 3, John Zachariasen 2, Sámal Joensen 1, Áki Olsen 1.
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 4, VÍF 10
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.










