Stramma fosturtøkulógina

Tóri Højgaard, formaður í UfM, mælti til, at flokkurin gjørdist meiri aktivur í fosturtøkumálinum Eisini Miðflokkurin hevur sína ungdómsdeild. Hon nevnist Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, og Tóri Højgaard er formaður.

Hann bar fram heilsu frá felagnum og takkaði fyri gott samstarv. Hann nevndi, at felagsskapurin hevur verið meiri og minni virkin í longri tíð, og hann takkaðifyri stuðulin frá flokkinum.

Hann kom inn á ymisk politisk øki og nam millum annað við rúsdrekka- og rúevnisviðurskifti. Hann nevndi eisini møguleikan fyri einum samleikakorti, so øll fólk yvir 18 ár kunnu prógva, at tey eru tey, ið tey siga seg vera.

Tóri Højgaard mælti eisini til, at Miðflokkurin gjørdist meiri aktivur í spurninginum um fosturtøku.

- Vit eiga at fara til verka og beinleiðis arbeiða fyri einari uppstramman av verandi fosturtøkulóg, í staðin fyri bara at halda fast og verja. Álop er ofta besta verjan, segði Tóri Højgaard.