Jørgin Dahl var oddamaður í Straight Ahead í 70’unum. Bólkurin við kendum sangum sum Komið øll við, Upp á gólv, Heading For Disaster og fleiri var stóra navnið í føroyskum rocktónleiki fyri 30 árum síðani. Leygarkvøldið verður Jørgin Dahl við sum solistur, og hann fer at spæla sangir hjá Straight Ahead. Hann fær hjálp frá tónleikarunum úr Hjarnum, har hann eisini spældi við eitt skifti.