Var lagið í skiftisrúminum hjá HB ringt, so var tað í toppi hjá Skála. Sigurssangirnir mundu runga um hálvan Gundadal, og sum vera man, so var liðskiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen, ovurfegin um tey trý stigini. Trý stig, sum ikki minst komu til høldar takkað verið einum framúrskarandi miðvallaravriki frá Paula sjálvum og Nenad Stankovic. Ein miðvøllur, sum kanska í løtuni má metast sum tann sterkasti í landinum.
- Hetta er jú fyrstu ferð, at vit vinna útidyst á HB, so sjálvandi eru vit fegnir, helt Pahannuli G. Hansen.
- Fyrstu løtuna vóru vit annars hart trýstir, men sum dysturin leið, so komu vit alt meira við. Og tá vit so eisini skora, so gevur tað sjálvandi okkum enn betri fortreytir.
Kendu tit tykkum kroystar í seinna hálvleiki?
- Teir spæla nógvar luftbóltar niðan, og tá teir eru sterkir í høvdinum, so stressar tað okkum sjálvandi nakað. Eg haldi tó, at vit fyri tað nógva standa væl, og tíbetur eydnaðist tað so at halda leiðsluni allan dystin.
Tað er einki dulsmál, at Skála í løtuni hevur strævna skrá. Longu hósdagin varð kósin sett móti Finnlandi, har teir skulu spæla Inter-Toto. Møði er kanska ikki tað, sum hugsað verður um beint eftir ein vunnan oddadyst, men Pauli ásannaði tó, at teir nú gleða seg til fáa eina vanliga skrá aftur.
- Hetta hevur í øllum førum verið strævið. Venjingarnar hava verið sera fáar, og einamest hevur talan bara verið um hvíld og dystir. So tað verður kanska ikki so galið, tá skráin aftur fer at líkjast sær sjálvari, helt hann.