Í stríð við lógina at seta fleiri borgarstjórar ella ráðsmenn

Tað er eingin heimild í føroysku kommunustýrislógini fyri at seta fleiri borgarstjórar ella ráðsmenn at stýra einari kommunu. Tað ger Innlendismálráðið greitt, eftir at meirilutin í Tórshavnar kommunu í gjár gjørdi eina semju um, at tveir politikarar umframt sjálvan borgarstjóran skulu starvast á Ráðhúsinum í Havn.

Innlendismálaráðið sigur, at sambært kommunustýrislógini verður ein borgarstjóri valdur og ein varaborgarstjóri, sum kemur ístaðin fyri borgarstjóran, tá honum berst frá.

- Kommunustýrislógin heimilar ikki at seta fleiri borgarstjóra at stýra eini kommunu samstundis, sigur Innlendismálaráðið.

- Skipanir við fleiri borgarstjórum ella ráðsmonnum kenna vit m.a. frá teimum stóru kommununum í Danmark, har kommunustýrislógin heimilar teimum 5 størstu kommununum at skipa seg við magistratstýri, og verða borgarstjórarnir ella ráðsmennirnir tá valdir við lutfalsvalháttinum.

Heimild er ikki fyri hesi skipan í føroysku kommunustýrislógini, ger Innlendismálaráðið greitt.