Stríð um valúrslitið í Irak

Valnevndin í Irak sigur, at fyrrverandi forsætisráðharrin Iyad Allawi vann valið, sum var fyri trimum vikum síðani. Men tað vil verandi forsætisráðharrin ikki góðtaka. Valið var sera javnt, men úrslitið hjá valnevndini vísir, at flokkurin hjá Iyad Allawi fekk 91 tinglimir, og at flokkurin hjá Nuri Al Maliki, forsætisráðharra fekk 89.

Maliki boðaði í gjárkvøldið frá, at hann góðtekur ikki úrslitið hjá valnevndini, og at hann krevur fínteljing.

Eygleiðarar siga, at ein fínteljing fer at taka langa tíð og fer at elva til eina politiska óvissu, sum kann fáa óhepnar avleiðingar.