SETAN
Gjørdi Annlis Bjarkhamar rætt, tá hon setti Steffen Stummann Hansen sum landsantikvar, eftir at setanarbólkurin tvær ferðir hevði tilmælt einmælt, at Símun V. Arge skuldi setast í starv.
Hetta er spurningur, sum tað flestu av fjølmiðlunum í løtuni royna at fáa svar upp á. Frá politiskari síðu verður somuleiðis leita við øllum hugsandi amboðum eftir at fáa greiðu á málinum.
Í Sosialinum hósdagin søgdu bæði Andras Mortensen og Arne Thorsteinsson, at eftir teirra tykki var talan um eina politiska setan, har politisk fyrilit vórðu tikin framum tey fakligu.
Løgmaður hevur gjørt greitt, at málið ikki er í tráð við setanarpolitikkin hjá landsstýrinum. Men Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av setanini, heldur, at setanin var í tráð við setanarpolitikkin hjá landsstýrinum.
Av nógvu skrivinigini um evnið og úttalilsum hjá løgmanni, so hevur Annlis Bjarkhamar sent út eitt tíðindaskriv. Hon hevur tó ikki verið at fingið hendur á til eina viðmerking, hóast dúgliga hevur verið roynt.
?Í fjølmiðlunum og á tingsins røðarapalli havi eg í dag hoyrt tíðindafólk og Løgmann leggja undirritaðu undir at hava brotið almenna starvsfólkapolitikkin í sambandi við setanina av landsantikvari. Hartil verður róð fram undir, at talan er um eina politiska setan.
Hetta vil eg ikki hava sitandi á mær. Eg undrist stórliga á, at slíkt verður ført fram, uttan at Løgmaður hevur kannað málið ella vísir á, hvar almenni setanarpolitikkurin er brotin, ella hvørjar grundgevingar eru skeivar í málinum, sigur Annlis Bjarkhamar í tíðindaskrivi.
Hon endurtekur tað, sum hon eisini verður endurgivin fyri at siga í Sosialinum hósdagin, at setanin byggir á fakligar og væl grundaðar grundgevingar, sum hon til eina og hvørja tíð kann standa inn fyri.
Hon sigur seg einki hava ímóti, at málið verður tikið um av einum kærumyndugleiki, tí alt er farið rætt fram í málinum, og hon avvísir staðiliga, at talan er um nakra politiska setan.
Hon eggjar til, at málið verður lýst til fulnar, men vil framvegis ikki siga nakað ítøkiliga um sína avgerð, annað enn, at besti umsøkjarin varð settur, og tað er sakliga grundað.
?Eg eri fegin um, at ætlanin er at kæra málið til Løgtingsins Umboðsmann, har málið kann lýsast av óheftum. Og eg heiti á einstaklingar ella fakfeløg teirra um at leggja málið fyri Umboðsmannin.
Eg taki fulla ábyrgd av gongdini og avgerðunum í hesum máli, og tað tykir mær rangvørt, at niðurstøður verða gjørdar, áðrenn nakar hevur sett seg inn í málsgongdinal, sigur Annlis Bjarkhamar.
Aðrastaðni sæst at lesa, at løgmaður hevur sett síni fólk at hyggja nærri at málinum.
Í tráð?
Løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, sigur, at arbeiðið hjá einum setanarbólki er at gera eitt úgreinndi arbeiði, sum skal stuðla avgerðini hjá landsstýrismanninum.
?Ein setanarbólkur, sum er settur saman við umboðum fyri leiðslu, starvsfólki og umboð fyri eitt nú ávísar bólkar, ið viðkoma starvsøkinum, skal fyrireika málið.
Uppgávurnar hjá bólkinum er at tryggja, at tann besti umsøkjarin úr einum heildasjónarmiðið fær starvið, og at umsøkjarar, ið ikki fáa starvið kunnu føla seg vísan í, at rætt er farið fram í málinum, sigur Marjun Hanusardóttir.
Hon leggur dent á, at hon ikki kennir til málið, men tosar yvirordnað umsetanarviðurskifti. Í skrivandi stund hevur Løgmansskrivstovan ikki móttikið tilfar um málið.
?Tað er ikki beinleiðis í stríð við setanarpolitikkin ikki fylgja einum tilmæli. Tað er heldur ein spurningur um, hví landsstýrismaðurin velur ikki at fylgja tilmælunum, sigur Marjun Hanusardóttir.
Løgmansstjórin sigur, at tey hava ikki havt líknandi mál til viðgerðar, men hava havt mál, sum í aðrar mátar hava havt við setanarpolitikkin at gera.