Amerikanarar og kanadiumenn eru farnir at keglast um, hvussu nógvar ísbjarnir eru, og um ísbjørnin er eitt hótt djóraslag ella ikki. Amerikanarar vilja vera við, at ísbjørnin er í vanda, og á einum fundi í hesari vikuni um hótt djórasløg fer USA at virka fyri, at allur handil við ísbjarnaúrdráttum verður bannaður.
Grannarnir í Kanada eru í øðini um amerikonsku ætlanina og ætla sær at taka neyðug stig fyri at steðga henni, skrivar KNR.
Kanada er tað einasta landið, sum loyvir byrsumonnum at veiða ísbjarnir og at selja skinn og aðrar úrdráttir.