Stjórin í kinesiska tjóðbankanum, Zhou Xiaochuan, hevur avlýst eina ferð til Tokyo, har hann skuldi taka lut á fundi hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum og Heimsbankanum.
Viðurskiftini millum Kina og Japan eru rættiliga spent, tí at londini stríðast um nakrar smáar oyggjar, sum bæði kanna sær, og eygleiðarar ivast ikki í, at tað er stríðið um oyggjarnar, sum hevur fingið tjóðbankastjóran at setast aftur, sigur BBC.
Sum skilst skuldu fýra onnur umboð fyri kinesiska tjóðbankan eisini fara til Tokyo, men tey fara heldur ikki.
Eftir skránni skuldi Zhou Xiaochuan halda røðu á fundinum hjá Altjóða Gjaldoyrahrunninum og Heimsbankanum.









