Stríð um fleiri milliónir krónur fær nú ein enda

HAVNARGJALD Hvønn einasta mánað hesi seinastu sjey árini hevur Tvøroyrar Býráð sent Strandferðsluni eina rokning fyri at Smyril siglur inn eftir Trongisvágsfirði. Um ein lítlan mánað fæst at vita um Strandferðslan noyðist at gjalda

Skal Smyril gjalda fyri at sleppa at sigla inn eftir Trongisvágsfirði?
Tað er tann brennandi og prinsipielli spurningurin, sum vit fáa svaraðan um ein lítlan mánað.
Verður svarið ja, kann tað verða ein dyggur smeitur fyri landskassan.
Men samstundis kann tað verða ein hart tiltrongdur fløvi í tómliga pengakassanum hjá Tvøroyrar Býráði.
Spurningurin, sum er so týdningarmikil at fáa svaraðan, er, um Tvøroyrar Kommuna hevur rætt til at krevja havnargjald fyri at Smyril siglur inn eftir Trongisvágsfirði til ferjuhavnina á Krambatanga.
Tað heldur Tvøroyrar Býráð, at Smyril skal.
Tískil hevur býráðið trúliga sent Strandferðsluni eina rokning hvønn einasta mánað hesi seinastu sjey árini.
Tilsamans er rokningin nú komin upp á 20,3 milliónir.
Strandferðslan og landsstýrið halda ikki, at Strandferðslan skal gjalda.
Eftir at hava togast um málið síðani 2005, endaði málið í Føroya Rætti.
Og har varð Strandferðslan dømd at gjalda.
Men Strandferðslan skeyt dómin inn fyri landsrættin, sum viðgjørdi málið í gjár.
Um um nakrar vikur fer Landsrætturin at taka endaliga støðu í málinum.
Undir viðgerðini í Landsrættinum gekk sjón fyri søgn, at hetta var eitt mál, sum er alt annað enn einfalt, tí talan er um eitt gamalt lógarverk.
Løgfrøðingarnir fóru ikki heilt aftur til Ádam og Evu, men teir fóru kortini aftur til eina gamla lóg frá 1875 fyri at greina málið og so arbeiddu teir seg spakiliga heilt fram til dagin í dag.

Landshavn
Strandferðslan og Vinnumálaráðið halda ikki, at Smyril skal rinda havnargjald, tí ferjulegan er ein landshavn, sum kommunan ikki hevur goldið eitt oyra av og heldur onki hevur við at gera.
Tey tvíhalda eisini um, at Smyril fær ongar tænastur frá Tvøroyrar Havn og tí er onki hjá Strandferðsluni at gjalda fyri.
Tey halda eisini, at Tvøroyrar Býráð kann ikki krevja havnargjald, tí kommunan fekk yvir tríggjar milliónir í endurgjaldi frá landinum, tá ið Smyril gavst at sigla á Drelnes.
Tvøroyrar Býráð tvíheldur um, at Tvøroyrar Havn skal skiljast sum alt økið inannfyri havnarmerkini, sum eru væl ytri á fjørðinum enn ferjulegan er.
Og øll skip, sum koma inn um havnarmerkini skulu rinda havnargjald.

Eftir avtalu
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, segði í rættinum, at tað var eftir avtalu við gamla landsstýrismannin í innlendismálum, at Tvøroyrar Kommuna fór at senda Strandferðsluni rokning.
Endamálið var, at síðani skuldi býráðið og Strandferðslan semjast um eina millumloysn, av tí at Smyril silgdi so ofta.
Men tað kom ongantíð so langt sum til nakrar samráðingar, tí landsstýrisfólk, sum komu aftan á, komu til ta niðurstøðu, at onki havnargjald skuldi rindast.
Hann er alt annað enn samdur í, at Smyril ongar tænastur fær frá Tvøroyrar Havn.
Hann sipar til, at Tvøroyrar Havn hevur skyldu at halda siglingarleiðina opna og Havnarskrivstovan samskifti eisini við onnur skip í sambandi við siglingina hjá Smyrli.

Einaferð afturat
Nú er tað so landsrætturin, sum skal taka støðu til prinsippspurningin, um Smyril yvirhøvur skal rinda havnargjald ella ikki.
Tekur landsrætturin undir við Føroya Rætti og sigur, at tað skal hann, mugu samráðingar so verða ímillum býráðið og Strandferðsluna um, hvussu stórt tað skal vera.
Og tað er ein spurningur, sum saktans eisini kann enda í rættinum.
Kolldømir landsrætturin hinvegin dómin í Føroya Rætti og sigur, at Smyril skal ikki rinda havnargjald, er søgan úti og so hava Tvøroyrar Kommuna og allar aðrar havnir tapt eitt prinsipielt sakarmál um, at øll skip eiga at rinda havnargjald.