TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við høvuðsvenjaranum hjá TB, Sigfríð S. Clementsen, sum sá sínar menn vinna 2-1 á AB í einum sera avgerandi dysti. Sigurin merkir, at TB nú er 11 stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Sigfríður S. Clementsen fegnast um týðandi sigurin, men hann slær fast, at sigurin fær ikki hann og spælararnar at hvíla á laurberunum. Sigfríður S. Clementsen metir, at TB á tryggja sær minst seks stig aftrat teimum verandi 20 stigunum, áðrenn sigast kann, at TB hevur tryggjað sær luttøku í effodeildini í 2017.
Um sigurin ímóti AB í dag sigur Sigfríður S. Clementsen, at tað var aftur stríðsviljin og hugburðurin, sum bar sigurin heim hjá TB. TB-venjarin heldur, at hansara menn megnaðu at demma upp fyri nógvum av tí, sum AB kom við í dag. Nú er næsta uppgáva KÍ í Klaksvík har TB áður hevur fingið góð úrslit.
(Ljóðsgóðskan er tíverri ikki tann besta á hesari upptøkuni)