Stríðsval um forsetasessin í FSF

Enn eina ferð verður stríðsval um forsetasessin í Fótbóltssambandinum, tá aðalfundur verður leygardagin í næstu viku. Hetta gjørdist greitt, tá freistin fyri at stilla upp valevni var úti á midnátt.

 

Sitandi forseti í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, er skotin upp av FC Hoyvík, men hann skal kappast um atkvøðurnar við Christian Andreasen, sum hevur Víking, KÍ, EB, Streym, B68, AB, B36, B71 og 07 Vestur sum stillarar.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Christian Andreasen er í uppskoti til forsetasessin, tí hann var eisini uppstillaður í 2004, tá hann tó ikki megnaði at vinna valið, men mátti boyggja seg fyri Óla Holm.

 

Tað er tó ikki bara forsetasessurin, ið kemur at elva til stríðsval á aðalfundinum, tí til teir tríggjar sessirnar í starvsnevndini, ið standa fyri vali, eru tilsamans fýra valevni: Fríðin Ziskason, Jákup Martin Joensen, Róin Schrøter og Heðin D. Poulsen.

 

Víkingur, KÍ, EB, Streymur, B68, AB, B36, B71 og 07 Vestur hava stillað Fríðin og Jákup Martin upp, Rói hevur suðuroyarfeløgini ? Royn, TB og FC Suðuroy ? sum stillarar, og FC Hoyvík hevur stillað Heðin upp til valið til starvsnevndina.