Tað eru tjúgu ár síðani ein Liverpool leikari seinast skoraði hattrick móti Manchester United. Tað var núverandi venjarin hjá Jóan Símuni Edmundsson, Peter Beardsley, ið stóð fyri tí. Í gjár gjørdi arbeiðshesturin úr Hollandi, Dirk Kuyt, honum kunstin eftir. Tríggjar ferðir var Dirk Kuyt seinastu á bóltinum tætt undir málinum og tryggjaði Liverpool sigurin á arvafíggindanum.
Heilt serligur stemningur
Tað er ein heilt serligur stemningurin til dystirnar millum Liverpool og Manchester United. Tað er torført at siga orð á og skal helst upplivast fyri at skiljast. Hóast Liverpool undan dystinum er 21 stig aftanfyri Manchester United, so er lagið frálíkt og viðhaldsfólkini hava gott mót. Fyri Manchester United er hesin dysturin ein góður møguleiki fyri at vaksa tapið móti Chelsea av sær.
Sólin hevur leitað sær fram, tá leikararnir koma á vøllin og »You’ll Never Walk a Alone« ljóðar um alt Anfield. Sjálvdan ljóðar sangurin betri enn tá Manchester United er á vitjan. Fyri Liverpool er dysturin sum ein steypafinala, tí felagið hevur ikki so nógv annað at spæla fyri í ár.
Arbeiðshesturin úr Hollandi
Stóran hetjan í dystinum varð Dirk Kuyt. Mest kendur er hann fyri sín stríðsvilja og ljósa faksi. Stutt fyri hálvleik leggur hann Liverpool á odda, eftir frálíkt uppspæl frá Luis Suarez. Løtu seinni er hann aftur upp á spæl eftir verjuvillu frá Nani. Tætt undir málinum setur Dirk Kuyt ljósu krúllurnar á bóltin, sum endar í málinum. Hesa løtuna er stemningurin á Anfield í hæddin og fólk í øllum skapi og aldri fegast sum var meistaraheitið vunnið.
Reyða kotið, ið ongantíð kom
Løtu eftir málið til 2-0 taklar Liverpool verjuleikarin, Jamie Carragher, Nani. Manchester United vongurin má berast av vøllinum við opnum sári á skinnabeininum. Dómarin valdi bara at geva Jamie Carragher gult kort. Tað gekk bara ein minuttur, so taklaði Rafael Liverpool miðvallarin, Lucas Leiva. Eisini her valdi dómarin ostaflísuna heldur enn ostaskorpuna.
Bæði Dermot Gallagher og Graham Poll, ið báðir eru fyrrverandi dómarar, sum arbeiða í ensku miðlinum, eru á einum um Jamie Carragher skuldi verið útvístur.
Dirk Kuyt hattrick
Í seinna hálvleiki økti Dirk Kuyt um leiðsluna við triðja málinum hjá sær. Edwin van der Sar megnar ikki at halda frísparki frá Luis Suarez og so er Dirk Kuyt fyrstur á og avgerð dystin. Hetta er fyrstu ferð, at Dirk Kuyt skorar trý mál í sama dysti fyri Liverpool.
Hetta er besta kenslan nakrantíð, segði Dirk Kuyt eftir dystin
Andy Carroll fekk eisini sína debut fyri Liverpool. Hann varð í seinna hálvleiki skiftur inn. Manchester United minkaði í evstu løtu um munin við máli frá Javier Hernandez.
Sir Alex Ferguson boykottar fjølmiðlarnir
Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, vil als ikki gera viðmerkingar til dystin. Hann hevur givið øllum leikarunum forboð fyri at tosa við fjølmiðlarnir. Sir Alex Ferguson er so óður, at hann vil heldur ikki tosa við sjónvarpsrásina hjá Manchester United.
Kenny Dalglish, sum í fríggjadagin fylti 60, var sjálvandi fegin um seinkaðu føðingardags gávuna.