Á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum hóskvøldið samtykti ein stórur meirluti, at høvuðsmenninir í innanhýsis stríðnum í flokkinum, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, verða á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum til Fólkatingsvalið í komandi mánaði.
Á fundinum á Hotel Hafnia hóskvøldið var atkvøðugreiðslan 27-3 fyri at jarða stríðsøksina millum floksformannin og fyrrverandi næstformannin. Tað er tískil lagt upp til, at tjóðveldisveljarin sleppur at siga sína hugsan um innanhýsis stríðið, sum hevur valdað í flokkinum í heyst.
Hóast ein stórur meiriluti samtykti at hava Høgna og Tórbjørn á sama lista, vóru kortini røddir á fundinum, sum hildu tað vera burturvið at lata Tórbjørn Jacobsen stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin, eftir at ein meirluti av tingmanningini hevur samtykt at útihýsa fyrrverandi fólkatingslimin úr tingmanningini.
Snorri Fjalsbak úr Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag legði uppskot fram um at sýta Tórbirni Jacobsen at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin, men uppskotið fall. Eitt av álitisfólkunum í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Jón Tyril, helt so lítið um, at Tórbjørn Jacobsen slapp at stilla upp fyri flokkin, at hann rætt og slætt meldaði seg úr Tjóðveldisflokkinum á flokstinginum.
Hvørki Páll ella Finnur
Á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum til Fólkatingsvalið eru í alt 21 í tali. Listin er ein blanding av royndum og minni royndum persónum í politiskum høpi. Merkisvert er, at hvørki Páll á Reynatúgvu ella Finnur Helmsdal, sum báðir eru løgtingslimir eru á listanum.
Valevnini hjá Tjóðveldisflokkinum eru hesi:
Jóannes Eliasen
Maria Jacobsen
Kristbjørg Toftegaard
Tórbjørn Jacobsen
Heini O. Heinesen
Karsten Hansen
Signy Hansen
Heidi Petersen
Niklái Petersen
Sunniva Kollslíð
Dánjal Jákup Jakobsen
Maiken Krabenhøft
Hergeir Nielsen
Jón Guttesen
Annita á Fríðriksmørk
Høgni Hoydal
Kristina Háfoss
Martin Dam
Rubek Lillaa
Sjúrður Skaale
Tórhallur Áslaksson