Brian Kerr ynskir at spæla komandi heimadystin á Svangaskarði. Hesum ynski hevur Fótbóltssambandið eftirlíkað, so Føroyar og Litava spæla á Svangaskarði tann 9. september.
Talan er tó um greitt avtalubrot við grunnin fyri Tórsvøll. Ein skrivlig avtala fyriliggur, sum sigur, at allir heimadystir hjá landsliðnum í eitt trýára skeið, skulu spælast á Tórsvølli.
Forsetin í Fótbóltssambandinum veit ikki at siga, hvussu hesin trupulleiki verður loystur. Um grunnurin fær eina fíggjarliga kompensatión fær hann heldur ikki sagt.
– Nú fara vit at práta saman soleiðis at vit fáa loyst henda trupulleika, er tað, Høgni í Stórustovu kann siga.
Hann ásannar, at tað er ógvuliga óheppið, at Fótbóltssambandið fyri aðru ferð innan fyri heilt stutta tíð, er komin í trupulleikar av gjørdum avtalum og vøllarbrúki.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Børge B. Hansen til dagsins blað, men við Portalin í gjár segði hann, at tað var vanligt at halda gjørdar avtalur. Tí fara tey at fyrireika vøllin til dystin 9. september.