Lívligt var á bryggjuni í Vági fríggjadagin, tí fleiri skip lógu við bryggju At lívligt hevur verið á bryggjuni í Vági, er kanska ikki tað ein hevur hoyrt mest seinnu árini. Men nú er lívligt; nógv virksemi, flakavirkið er virkið og fleiri onnur virki eisini. Og talið av vitjandi skipum tykist eisini at økjast.
Seinnapartin fríggjadagin kom nótaskipið Strømfjord, ið er heima hoyrandi í Hirtshals, á Vág. Sum skilst, so skiftu teir manningin, og tá ið fleri menn úr Lopra eru við, var nærliggjandi at fara á Vág.
Eisini hevur eitt annað skip ligið og skipað upp til Faroe Cold Stores í Vági.