STRÁMENN
Sosialurin hevur sett sær fyri teir næstu blaðdagarnar at varpa ljós á sonevnda trámannavirksemi í føroyskum vinnulívi.
Ein orsøk er, at røddir eru frammi um, at hetta virksemi nú er so mikið umfatandi, at tað kann fara at koma vanligum føroyskum vinnuvirksemi og samfelagnum øllum aftur um brekkur. Serliga verður hugsað um vinnuvirksemi, sum fevnir um rávøru úr føroyskum sjógvi og úr økjum, har Føroyar hava fiskirættindi aftur fyri býtisfisk úr føroyskum sjógvi.
Tað er alment kent, at ein fittur partur av heimligum føroyskum vinnulívi á sjógvi og landi í dag verður fíggjaður við útlendskum peningi.
Eingin ger íløgur í Føroyum, tí tey eru so góð við føroyingar, men tí, at hesar íløgur væntast at geva avlop og íkast til, at fíggjandi feløgini kunnu styrkja sítt grundarlag og gerast enn størri og sterkari.
Ymiskt man vera, hvat liggur eftir í Føroyum, tá útlendsk fíggjarorka ella arbeiðsmegi verður brúkt í vinnuvirksemi í Føroyum ella við skipum, sum antin virka í føroyskum sjógvi ella sigla upp á føroyskar havnir. Hetta veldst sjálvandi alt um, hvat virksemi talan er um.
Ein ”ventilur”
Taka vit farmaskipið Silver Fjord, sum seinnu árini hevur siglt við fiski úr Føroyum og niður á skotska marknaðin, er manningin útlendsk. Kortini má metast, at ein slík farleið og ein slíkur útflutningsmøguleiki í prinsippinum er við til at halda uppi prísinum á føroyskum fiski, sum seldu verður á Fiskamarknaði Føroya. Um hesin ”ventilur” ikki var, samstundis sum fáir keyparar eru í Føroyum av eitt nú hýsu, høvdu fiskaprísirnir helst ligið væl lægri, enn teir gera. Sama er við øðrum fiskasløgum, sum eru áhugaverd á útlendska marknaðinum.
Manningin við Silver Fjord er útlendsk, men farleiðin er kortini við til at gera, at føroysk fiskiskipavinna fær meiri í ”posan”, og soleiðis liggja eisini fleiri skattakrónur eftir í Føroyum, umframt tað skrivstovu-og pakkivirksemi, sum her verður skapt.
Fiskatilfeingi
Flyta vit okkum til útlendska áhugan fyri føroyskum fiskatilfeingi, er støðan helst eitt sindur øðrvísi. Her er tað serliga virkið Faroe Pelagic í Kollafirði, sum hálendingar eiga, ið er sera sjónligt. Sama er við teimum stóru móttøkuskipunum, sum liggja á feltinum og keypa makrel, sum ongantíð kemur upp á land – og enn minni til virkingar í Føroyum.
Tað er ein velduga stór nøgd av fiski, sum verður innfryst á Faroe Pelagic og fer óvirkað av landinum. Eftir liggja tó í fyrsta lagi nøkur havna-og vørugjøld til kommununa, landingarlønir til føroysk verkafólk og lønir til tað pakki-og frystivirksemi, sum er á virkinum.
Faroe Pelagic keypir nógvan gulllaks og onnur uppisjóvarfiskasløg og serliga nú, síðan Føroyar fóru at áseta sær eginkvotu av makreli, tí semja ikki er millum strandalondini um býtið, verður nógvur makrelur landaður í Kollafirði.
Men tað er ikki bara í Kollafirði, at makrelur verður landaður. Úti á fiskifeltinum liggja eisini stór móttøkuskip, sum keypa makrel. At kapping er í millum virkið á landi og móttøkuskip á havinum, er so eisini ein ávís trygd fyri, at prísir ikki verða avtalaðir, sum aftur hevði gingið út yvir prísirnar til skip og manningar.
Gott ella ringt
Tann spurningur, sum Palleba og Marsanna seta sær í dag, er, hvør endin verður á øllum hesum – og skulu vit sum samfelag bara sláa okkum til tols við, at ikki ein nógv størri partur av hesum velduga tilfeingi, sum uppisjóvarfiskurin er, ikki kemur til virkingar í Føroyum?
Í nógv ár hava Føroyar hava fiskavirkir kring um í landinum, sum serliga arbeiddu botnfisk undan Føroyum. Hetta gav útjaðaranum eina vón um lív og framtíð. Umframt dugnaligar kvinnur við flakaknívinum, var vanligt, at eitt nú uppilagstir fiskimenn kundu fáa nøkur góð ár á hesum virkjum. Eisini var vanligt, at skúlaungdómur tók eina hond í eftir skúlatíð – ella í summarfrítíðini. Í dag eru hesi vanligu fiskavirkini nógv færri í tali, og grundarlag er neyvan fyri nógv fleiri enn teimum verandi, um tey framhaldandi skulu byggja sína tilveru á botnfisk undan Føroyum.
Stór tøk
Tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at leggja lunnar undir meirivirking av uppisjóvarfiski. Hetta krevur bæði tíð, hugflog, pening og eitt fólkagrundarlag.
Líkt er tó til, at fáur í løtuni sær teir veldugu møguleikar, ið áttu at ligið í nýggjum framleiðsluvirksemi á landi. Tað hevur verið uppá tal, at okkurt av verandi fiskavirkjum fór at gera onkrar royndir við makreli, men eftir hvat skilst, eru hesar ongan veg komnar enn. Hetta er eisini bara annað árið á rað, at Føroyar hava tillutað sær eginkvotu sum merkir, at samlaða ráfiskatilfeingið undan Føroyum er økt so ógvusliga, sum talan í veruleikanum er um.
Fekst líkinda prísur fyri makreltilfeingi, sum nú er atkomiligt í føroyskum sjógvi, hevði hetta havt eitt nógv størri virði enn allur botnfiskurin undan Føroyum.
Tá ábreiðslur í sínari tíð regnaðu niður yvir tey, sum dittaðu sær at senda óvirkaðan botnfisk av landinum, er tann ráfiskanøgd, sum talan tá var um, lítil og løtt í mun til alt tað makrel-, silda-og gulllaksatilfeingi, sum í dag fer óvirkað av landinum.
Sjónligt virksemi
Tá fyrsta uppboðssølan av 7.000 tonsum av makeli fór fram hin 26. juli, keypti ein lítil útróðarbátur tey 6.500 tonsini fyri einar 10-11 miljónir krónur. Einki øvut orð um hetta, tí sølan fór fram undir eini skipan, sum Fiskimálaráðið hevur mælt til.
Maðurin, sum eigur bátin, hevur felagið Fjord Fishing aftan fyri seg og umboðar annars stóra móttøkuskipið, Layfayette. Tað kann ikki vera trupult at ímynda sær, at her er talan um strámannavirksemi, sum vil nakað – uttan í hesum sambandi at siga eitt negativt orð um tað.
Strámannavirksemi í Føroyum er ein veruleiki, og nú vit hava nomið við ein part av hesum virksemi, hava vit ikki nevnt onnur feløg, ið reka skip og annað vinnulív í Føroyum, sum hava týðandi útlendsk áhugamál aftanfyri seg.
Varpa ljós
Sosialurin fer ikki á hesum stað at taka støðu til hetta virksemi, men vit ætla okkum í nøkrum bløðum at varpa ljós á hetta, eins og vit fara at tosa við ymiskar partar um hetta virksemi sum er ein veruleiki.