Seinnapartin í dag verður punktum sett fyri einum higartil væl eydnaðum róðrarári. Spenningurin hevur ikki verið stórur í kappingunum hjá 5?mannaførum við dreingjum og gentum. Har hava ávikavíst Tjaldrið og Frúgvin verið einaráðandi, og tað sama hevur verið galdandi í kappingunum millum 6?mannaførini við kvinnum og 8?mannaførini. Har hava ávikavíst Jarnbardur og Argjabáturin verið púra suverenir. Eingin orsøk er seinnapartin í dag at rokna við øðrum vinnarum enn hesum fýra.
Harafturímóti er spenningurin sera stórur millum 6?mannaførini við monnum og 10?mannaførini.
Ongantíð vunnið
Strálan av Strondum má metast at vera favorittur í kappingini millum 6?mannaførini, men teir hava ikki hagtølini við sær. Strálan við monnum hevur ongantíð vunnið á ólavsøku. Teir vunnu FM í 1991 og í 1992, men tá vóru teir báðu ferðirnar næstfremstir á ólavsøku:
? Kappingin higartil í ár hevur víst, at tað eru fýra bátar, sum mugu metast at hava møguleika at vinna. Hvessingur og vit hava vunnið róðrarnar higartil, men Gongurólvur hevur verið væl við, og Hósvíkingur skal ikki avskrivast, heldur Hilmar Joensen, bátsformaður á Stráluni.
Strálan hevur róð væl, men teir hava havt trupulleikar av startinum í øllum kappingunum:
? Síðani á vestanstevnuni hava vit vant startin nógv. Onkuntíð eydnast hann væl, og aðrar ferðir eydnast hann minni væl. Róðrarteinurin á ólavsøku er stuttur, og vit hava neyvan ráð at missa so nógv, sum vit hava mist í startinum í undanfarnu kappingunum. Gongurólvur hevur enn ikki hildið allan teinin, men tá teinurin er so stuttur í Havnini, so má møguleikin hjá honum at vinna mestast at vera betri, heldur formaðurin á Stráluni.
Nógvir um boðið
Í fjør og í fyrraárið vann Eysturoyingur á ólavsøku. Í ár hevur ikki hilnast nakað serligt. Men í Vestmanna vóru ábendingar um, at gongd aftur er komin á Eysturoyingin, og teir hava hampuligar vónir undan ólavsøkuni.
Havnarbáturin er tornaður aftur, og hann tykist ikki hava tikið skaða av, at teir royndu at turka hann undan vestanstevnuni. Havnarbáturin liggur undir Molanum, har bara Vágbingur verður millum heimabátin og áskoðararnar. Tað verður mett sum fyrimunur at liggja tætt undir Molanum. Á ávísum ættum koma bátarnir undir Molanum skjótari á deyðavatn, og tað er altíð ein fyrimunur. Størsti fyrimunurin verður mettur at vera, at áskoðarafjøldin og rópini frá teimum lyfta manningina fram.
Men tað eru Nólsoyingur og Vestmenningur, sum kappast um FM heitið. Tann kappingin er púra opin. Teir liggja undir liðini á hvørjum øðrum, og tann teirra, sum kemur fyrri á mál, verður FM vinnari. Men tað telur ikki heilt so nógv, um tað ikki eydnast FM vinnaranum eisini at vinna á ólavsøku. Tí verður meiri enn alt lagt í, tá síðsti róðurin í hesum kappróðrarárinum verður á skránni., øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.
Føroyskt
barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
Húsið er opið soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.
Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
postur@faroehouse.dk
Upplatingartíðir:
mánadag?fríggjadag:
kl. 16.00?19.00.
28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.
28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C
Telefon og fax: 86180604
Teldupostur:
aarstova@teliamail.dk
Heimasíðan:
Áarstova er opin soleiðis:
Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18
Føroysku bløðini liggja frammi.
Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03
Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.
Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:
MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.
Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).
Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).
Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.
Ítróttartiltøk:
Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.
Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.
Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.
Føroyingafelagið
Vesturskin,
Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.
Føroyingar
í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:
Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is