Landminur
Fyri 15 árum síðani tóku nøkur fólk seg saman fyri at fáa altjóða samfelagið at banna londum at brúka landminur sum vápn. Arbeiðið hevur givið úrslit, tí nú hava 152 lond skrivað undir forboðið, og 144 teirra hava eisini staðfest tað. Samstundis vísa hagtøl, at handilin við landminum er at kalla steðgaður.
Kortini eru tað lond, sum framvegis brúka landminur. Russiski herurin brúkar tær í Kekenia, og í Burma brúkar herurin tær ímóti uppreistrarmonnum.
Avtalan um forboð ímóti landminum varð undirskrivað í kanadiska býnum Ottawa í 1997, og takkað verði eftirliti hjá virknum felagsskapum hava londini hildið forboðið, sigur Jody Williams, sum var ímillum stigtakararnar fyri 15 árum síðani. Sjálv fekk hon Nobel-friðarheiðurslønina í 1997 fyri sín lut í arbeiðinum ímóti landminum.
Eisini annað
At átakið ímóti landminum hevur eydnast so væl hevur fingið onnur at taka stig til at banna øðrum vápnasløgum. Eitt nú er felagsskapurin IANSA stovnaður við tí endamáli at fáa londini at banna fólki at hava hondvápn. Jody Williams vísir á, at hondvápn krevja fleiri mannalív í dag enn tey kríggj, sum støðugt eru kring heimin. Hon ásannar tó, at tað verður rupult at fáa undirtøku fyri átakinum.
-Hendan avbjóðingin er nógv størri enn tann ímóti landminum. Tað kemst fyrst og fremst av, at nógvir pengar eru uppií, tá vit tosa um hondvápn, sigur Jody Williams við Dagsavisen.
Fleiri lond eftir
Sjálvt um átakið ímóti landminunum hevur eydnast betur, enn nakar hevði væntað, eru tað framvegis týðandi lond, sum ikki hava skrivað undir forboðið. Eitt nú hava USA, Kina, Russland, India og Pakistan ikki skrivað undir.
-USA hevur ikki skrivað undir, tí amerikanararnir stúra fyri, at hetta er bara byrjanin. Landminur hava ongan hernaðarligan týdning fyri USA, men stjórnin er bangin fyri at fáa krøv um forboð ímóti øðrum vápnum, skrivar hon undir.
Jody Williams hevur góðar vónir um, at Kina, India og Pakistan fara at skriva undir forboðið. Kinverjar hava í øllum førum tikið eitt týðandi stig, tí teir eru givnir við at útflyta landminur.