Stríðið er ikki tapt enn

ARGJA KIRKJA Tey, sum vilja varðveita fríøkið, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum, stríðast víðari

- Enn er langur vegur eftir á mál og vit hava ikki givið skarvin yvir enn.
Tað sigur Steen Juul Pedersen, sum hevur verið talsmaður hjá teimum, sum hava mótmælt, at bygt verður á fríøkinum ímillum Sandá og Støðlagøtu.
Hann leggur dent á, at tað er als ikki eini nýggjari kirkju, at tey eru ímóti.
- Vit eru hørm um, at fólk hava fingið ta fatan, at vit eru ímóti kirkjuni,sigur hann.
Men hann leggur afturat, at tað er ein misskiljing.
- Vit eru ímóti, at nakað verður bygt yvirhøvur á stykkinum og vit høvdu mótmælt, sama hvønn bygning, talan var um at byggja á økinum.

Ikki tapt enn
Hinvegin er hann sannførdur um, at stríðið um hendan blettin við Sandá, er ikki tapt enn, hóast Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið samtykti at gera eina serstaka byggisamtykt, so at slóðast kann fyri, at kirkja kann byggjast á stykkinum.
- Tað hevði bara verðið so nógv lættari, hevði Býráðið felt málið sjálvt, sigur hann.
Nú skal málið so fyri í friðingarnevndini og har ivast hann ikki í, at tey, sum hava mótmælt, verða mett at vera hoyringspartur og verða innkallað at siga okkara hugsan.
- Og verður tað neyðugt, verður málið eisini lagt fyri kærunevndina í lendismálum, saman við teimum mótmælum, sum eru latin inn.

Ikki so einfalt
Steen Juul Pedersen er sannførdur um, at tað er til teirra fyrimun, at tað er so tepur meiriluti í býráðnum fyri at gera eina serstaka byggisamtykt, so at byggjast kann á stykkinum.
- At býráðið er so ósamt um málið, hevur uttan iva eisini sína ávirkan, tá ið avgerðin skal takast í friðingarnevndini og kærunevndini, tí tað ger tað ikki so lætt at taka støðu, sigur talsmaðurin.
Nú hevur onkuntíð verðið ført fram, at tað er ikki fríøkið, tit eru so eym um, men at veruliga orsøkin til mótmælið er bara tann, at summi av tykkum fara at missa útsýnið?
- Tað er ikki rætt, í øllum førum ikki hjá mær, tí eg missi onki útsýni. Men tað er uttan iva rætt, at summi av teimum húsunum, sum koma at standa næst kirkjuni, fara helst at fella nakað í virði.
- Høvuðsorsøkin til mótmælið er, at vit vilja varðveita hetta friðaða økið, sigur Steen Juul Pedersen.
Les eisini greinina: Løgdu trýst á býráðslimir og greinina: Sjey ímóti seks.