1. Jákup Mikkelsen
Føroyski málverjin hevði kanska ikki so nógv at gera, sum trýstið legði upp til. Eina mest, tí franska spælið innihelt sera nógvar bóltflytingar. Sjáldan sluppu menn einsamallir við honum, og tí gjørdist talan fyri tað nógva um skot útifrá. Fimta málið kom eftir eitt slíkt, og tað átti føroyski málverjin at klára betri. Og eisini hevði hann líknandi mistak fyrr í dystinum, tá Henry tó stóð í rangstøðu til returin. Hini málini kundi hann á ongan hátt lastast fyri, og tann eina bjargingin av langskoti fyri steðgin, hevði stóran klassa yvir sær.
2. Marni Djurhuus
Hevði stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki, tá føroyska samskifti í borðinum ikki riggaði nóg væl. Kom tí fleiri ferðir upp á millumhond, og tað gav fleiri fronsk innlegg. Spældi seg tó hampuliga væl upp, og fekk fatur í nógvum. Men í summum førum tóktist hann fjáltursstungin og sparkaði tí óneyðuga nógv burtur.
3. Vagnur Mohr Mortensen
Hevur staðið sera sterkur í myndini, nú hann hevur fingið møguleikan í landsliðsverjuni. Eins og restin av verjuni tóktist hann ikki heilt vakin við fyrsta franska málið, men hann spældi seg upp til at vera eitt av avgjørt sterkastu kortum okkara. Var óteljandi ferðir seinasti blokkurin, sum forðaði fraklendingum í at gerast leysir, og dugdi væl at meta, nær hann skuldi satsa ella lata vera í tacklingum. Hevði tó eina risa feil-sending eftir steðgin, men slapp tó kortini snikkaleysur frá hesum.
4. Atli Danielsen
Ikki óvæntað varð trýstið størri hesaferð, enn tað var móti Litava, og tí tóktist klaksvíkingurin ofta fjáltusstungin við bóltinum. Uttan bólt megnaði hann tó væl at tippa í sínum borði, og tað var hampuliga sjáldan, at Henry og Maolouda sluppu heilt ígjøgnum her. Og tykist tí at vera ein góður makkari til Jákup á Borg í høgra borði.
5. Símun Samuelsen
Hevði trupulleikar við at standa rætt í verjustøðu fyrstu longu løtuna. Var á hendan hátt viðvirkandi til, at fraklendingar fingu dekan ov gott pláss við tey bæði fyrstu málini, og tað var bakkast í mun til dystin leygardagin. Er tó ein av føroysku spælarunum, sum er best fyri kropsliga, og arbeiddi knallhart í samfullar 93 minuttir.
6. Rógvi Jacobsen
Hóast mótstøðan nú var risa-stóri Vieira, so settist Rógvi enn einaferð á loftrúmið. Vann snøgt sagt tað, sum kundi vinnast í luftini, og tað er eyðsæð, at hann í løtuni er eitt av avgjørt vandamestu álopskortum okkara. Tað krevur tó, at liðið betri fær gagnnýtt næsta-bóltin, enn tað er gjørt tær báðar seinastu ferðirnar, og tað má vera nakað, sum arbeiðast skal við.
7. Fróði Benjaminsen
Tóktist tryggur sum verjuskansi. Kanska ikki heilt klárur við fyrsta málið, men spældi seg sera væl upp. Ikki minst var tað flott, at hann trekti liðið nakrar metrar niðan, hvørja ferð møguleiki var til tess, fyri á tann hátt at linka um trýstið. Og sum eitt undantak hevði hann eisini dirvi til at tora at spæla seg úr trupulleikum.
8. Mikkjal Thomassen
Kropsliga styrkin og mentala dirvið bera við sær, at Mikkjal er ein sera týdningarmikil spælari, tá føroyska liðið skal royna at fáa frið á spælið. Til tíðir er friðurin tó ov góður, og í tveimum førum kostaði hetta í kontra-støðum. Móti dystarenda datt hann langt aftur á vøllin, men ferð eftir ferð megnaði hann at blokka og tackla franskar álopsroyndir burtur.
9. Jákup á Borg
Í verjupartinum var arbeiðsavrikið framúr, og tað var ikki minst honum at takka, at fronsku gjøgnumbrotini í okkara høgru vóru somiki fá. Fram eftir var ikki so nógvur futtur í, sum vit gjarna vilja hava tað, men tað hevði nú helst sínar orsøkir. Fyrst og fremst kvalitetin av mótstøðuni.
10. Christian Høgni Jacobsen
Tóktist hava ilt við at seta seg ígjøgnum, tó at arbeiðsumstøðurnar í álopinum sjálvandi vóru truplar. Tað var tó merkisvert at síggja, at hann ferð eftir ferð leitaði ímóti Rógva, tá sparkað varð langt niðan, tí í 90% av førunum megnaði Rógvi at leingja, og tá kundi vandi verið á ferð, um Christian Høgni byrjaði renningina skjótari. Var beint undan 3-0 málinum um at spæla Rógva leysan, men har kom akkurát ikki nóg mikið av luft undir bóltin.
11. Pauli G. Hansen
Fekk rættiliga tíðliga eitt keðiligt spark á skadda beinið, og tóktist nakað skerdur eftir hetta. Royndi tó at treiskast, og framdi eitt stórt renniarbeiði, men í longdini argaði skaðin ov nógv, og tí kom Skála-maðurin ikki á vøllin eftir steðgin.
12. Kári Nielsen
Megnaði væl at koma inn í dystin, har hann var við til at steðga fleiri fronskum atstóknum. Saman við Mikkjaldi bakkaði hann tó kanska dekan ov nógv, sum dysturin leið, men framdi tó støðugt at veldugt arbeiði.
14. Jónhard Frederiksberg
Fekk seinastu minuttirnar á vøllinum, men grundarlagið er ov tunt til nakra ítøkiliga meting.