Aftur í dag skutu teilendskir og kambodiskir hermenn eftir hvør øðrum á markinum millum londini bæði. talsmaður fyri teilendska herin sigur, at skotbardagin vardi fleiri tímar, men at samráðingar eru um at fáa frið í lag.
Einki verður sagt um mannfall í dag, men kambodiska herleiðslan sigur, at bardagin í dag var harðari enn tann í gjár, og tá fullu sjey hermenn.
Tey bæði londini geva hvør øðrum skyldina av skotbardøgunum, og fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr stríðsøkinum. Londini stríðast um eitt gamalt tempul, sum bæði siga seg hava ognarrættin til.