Stoypiarbeiðið til vinnubygningin í Dímun liðugt

Stoypiarbeiðið til ætlaða vinnubygningin í Stóru Dímun er nú liðugt.

Tað var í juni í 2007, at byrjað var at grava út fyri bygninginum, planeringsarbeiðið er gjørt í vár og í summar er stoypiarbeiðið gjørt. Bygningurin verður um 200 fermetrar til støddar.

Nú verður bíðað eftir stálinum, ið er komið til landið. Tað verður flogið út, so skjótt sum viðrar, skrivar heimasíðan www.storadimon.fo.

Nú liðugt er at stoypa, verður helst farið at fletta tarvarnar, sum hava aldur til slátur. Í ár eru teir seks í tali. Tarvarnir eru 20-22 mánaðar gamlir tá teir verða dripnir.