Síðani Dalin fagra havi eg spent bíðað eftir, hvat Gunnar Hoydal nú fór at skriva. Mundi hann vera liðugur við endurminningarnar hjápápanum? Mundi hann ikki sjálvur fara at skriva ta stóru samfelagsskaldsøguna um seinnu helvt av 20. øld, sum hann hevur sóknast eftir? Og so kom Havsins hjarta. Og sjálvandi, mamman og familjan hjá henni vóru eftir. Ikki bara mamman, eisini omma og abbi hennara, altso langomma og langabbi høvundin fáa sína søgu. Hon kemur fyri inni millum hinar, søgan um tey ungu presthjúnini Marie og Jørgen Falk Rønne heima á Sandi í 1880-90unum, í fyrstuni so góð, men sum frá líður koma stillar, men virknar andsagnir millum tey fullar av lagnu og søgu.
Tann søgan kundi fingið betur sømdir, eins og søgan hjá mammuni. Tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum hjá henni, skilst av reaktiónini hjá manninum, tá ið hon einaferð hevur keypt sær eitt plagg frá Gunnar Stockholm, mótahandilsmanninum í Havn í 1950unum og 60unum. Síðani fara tey burtur í lond at búgva og tilburðurin guvar burtur.
Síðan eru tað pápa- og sonarsøgunar. Søgur um pápan eru kendar úr Undir suðurstjørnum og Dalinum fagra. Sonarsøgan tekur við, har ið Undir suðurstjørnum slepti honum á veg upp í eitt flogfar, tá hann og systkini vórðu send heim í ótíð. Lýsingin av kostskúlatíðini kemur eitt sindur inn undir húðina, men so heldur ikki meira, tí søgan loysist upp. Í frásøgnini um studentaskúla- og lestrarárini er tað ein fragd at hitta ta litríku ommuna í Keypmannahavn aftur og hoyra meira um hana – lesarar kenna hana úr søgusavninum Av longum leiðum. Men tey fyrstu árini sum arkitektur og familjumaður til frásøgumaðurin verður álitið hjá "ráðnum" í høvuðsstaðnum, ger síni tøk og pínligu mistøk, kundu verið áhugaverdur, fáa ikki rættiligt lív, eru mest skráseting.
Rís og rós
Álvarsamasta vónbrot mítt er kortini, at Havsins hjarta er meira ein frágreiðing enn skaldsøga. Í støðum er tað sum at lesa frágreiðingarnar um 1980'árini, bankamálið og skipamálini. Bókin er snøgt sagt eftir mínum tykki ov lítið fiktiv, persónarnir liva ikki. Søgurnar eru samanvovnar nakað á sama snildisliga hátt sum í Undir suðurstjørnum. Í Havsins hjarta býr spenningurin í søguni um langommuna og langabban. Framsetingin er í støðum frálíka speisk og ímyndandi við humoristiskum broddi, sum er kend úr øðrum, sum Gunnar Hoydal hevur lagt úr hondum.
Fyrsti kapittul í Havsins hjarta er fínur bæði til snið og innihald. Næsti kapittul er eftir mínum tykki sum at detta niður aftur á langlegg.
Søga og veruleiki
Stutt er millum veruleika og søgu, og kortini nevnir Havsins hjarta ikki hvar hon fer fram og hvør ið ger og sigur. Í staðin eru langar umskrivingar, sum "landið, sum vildi vera land" mótvegis "landinum, sum helt seg eiga landið, sum vildi vera land", ið fyrst eru skemtiligar, men sum frá líður kennast tilgjørdar. Landanøvn, býarnøvn og tey flestu fólkanøvnini eru tabu í Havsins hjarta. Móti endanum á bókini stingur staðanavnið Frændasteinur seg upp sum ketta úr høvdatrog. Fólkanøvn koma næstan bara fyri í søguni hjá Mariu og Jørgen Falk Rønne, og tá kortini bara summi sum Sára Malena, sum lesarin kennir fyri at vera gandakelling, men bóndin úr eysturbygdini, sum dugir so væl at skera myndir í træ, er ónevndur, hóast tað má vera Tróndur á Trøð í Skálavík.
Tað liggur raðið fyri at týða fólk og støð í Havsins hjarta. Knýta upplýsandi viðmerkingar um virkna byggimeistaran í "ráðnum"; politikaran, sum partamenninir máttu ansa serliga væl eftir; seta nøvn á ríkisumboðsmenninar, kostskúlan og lærararnar har, professararnar á universitetum burturi og heima, bygdafólkini heima á Sandi osfr. Rikard Long gjørdi sovorðnar viðmerkingar til Fuglakvæðið hjá Nólsoyar-Pálli, soleiðis at fuglarnir vórðu "umsettir" til teir søguligu persónarnar, sum teir ímyndaðu. Men Havsins hjarta er ikki lykilsøga á sama hvassa stigi sum kvæðið.
Stovnsfæ
Meðan eg havi lisið bøkurnar hjá Gunnari Hoydal, eri eg meira og meira farin at halda, at hann gongur sera nær tí, sum danski høvundurin Per Højholt kallaði stovnsfæið, endurminningarkjarnan, og sum hann meinti, rithøvundar skulu halda seg frá at skriva um. Gunnar Hoydal hevur so at siga ikki gjørt annað. Er tað tráanin eftir at skriva tað stóra verkið, fáa tað serliga fram, sum ikki vil eydnast? Hvussu við eini meira íspunnari søgu?