Stovnar stongdir tí barn hevur fingið VTEC bakteriu

Barnagarðarnir Miðgarður og Sóljugarður í Vága kommunu vera stongdir í morgin fyrrapart

Staðfest er, at eitt barn, sum hevur verið á dagstovninum Miðgarði í Miðvági hevur fingið VTEC bakteriuna. Eitt barn er innlagt og onnur eru undir observatión.

Hetta er bakteria, sum kann koma av skarni og dálkaðum matvørum. VTEC kann í summum førum gerast álvarslig, tí hon kann ávirka nýruni. 

Av trygdar ávum hevur borgarstjórin í samráð við landslæknan avgjørt, at barnagarðarnir Miðgarður í MIðvági og Sóljugarður í Sandavági vera stongdir í morgin fyrrapart, meðan eyka reingerð verður framd. Hetta upplýsir Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri, á heimasíðu kommununar.

Eyðdis H. Niclasen sigur við útvarpið í kvøld, at stovnurin verður stongdur, tí tey fara at vaska leikurnar og spritta av á skiftingarøkinum fyrrapartin í morgin. 

 

Barnagarðarnir lata uppaftur í morgin, mánadagin 25. november klokkan 13.