Hósdagin 6. februar kl. 19:30 verður stovnandi aðalfundur av føroyskum áhugafelag fyri ST. Fundrin verður hildin í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond 22.
Á skránni er stutt umrøða av hugsjónini aftan fyri ST; stutt kunning um ætlanina við føroyska ST felagnum, síðani stovnan av tí føroyska ST felagnum, innliming, val av skrivara, kassameistara og formanni; og ymiskt annað.
ST felagið verður í fyrstu aløgu ein sjálvstøðugur felagsskapur, ið miðvíst fer at arbeiða fyri øktari vitan um ST í Føroyum, bæði um hugsjónina aftan fyri ST og teim mongu verkætlanunum hjá ST á ymiskum økjum. Sum frá líður er ætlanin at royna at fáa felagsskapin við í altjóða kervið av ST-stuðulsfeløgum, tað sokallaða UNA sambandið.
Tilmelding/upplýsingar: teldupost:
a-j@post.olivant.fo ella tlf.: 225139 (Justin Philbrow). Sí annars www.unafo.webpuffin.com
Øll eru vælkomin á fundin 6. februar.










