Stovna skjótifelag í Suðuroynni

Fríggjakvøldið 14. august er kallað inn til stovnandi aðalfund av felag til leirdúgvuskjóting í Suðuroynni

Skjóting eftir leirdúgvum hevur vundið alt meira uppá seg seinnu árini. Ikki minst bera framúr føroysku úrslitini á oyggjaleikum boð um hetta, og nú tykist nýtt felag innan ítróttina vera í ljósmála.

 

Suðuroyarportalurin skrivar, at stovnandi aðalfundir í nýggjum felag fyri leirdúgvuskjóting verður í Hovi fríggjadagin í komandi viku.