Stovna netverk fyri stakar uppihaldarar

Leygardagin verður eitt netverk fyri stakar uppihaldarar sett á stovn.

- Seinastu tíðina hevur nógv fokus verið á støðuna og livikorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Hetta kjakið hevur prógvað, at tørvur er á einum netverki fyri hendan samfelagsbólk. Ikki minst tí stakir uppihaldarar hava nógv gott at bjóða hvørjum øðrum, bæði praktiskt og sosialt. Tað siga stitakararnir til netverkið.

Tær vóna, at netverkið kann virka á tveimum mótum: politiskt, fyri at bøta um livikorini og bústaðarmøguleikarnar hjá støkum uppihaldarum og børnum teirra í Føroyum, og ítøkiliga, við at netverkið kann savna foreldur og børn til hugnaliga og gagnliga samveru.

Enn er lítið ítøkiligt stungið út í kortið, tí ætlandi skulu luttakararnir sjálvir vera við til at mynda virksemið í netverkinum. Tó er greitt, at endamálið við átakinum ikki er at viðgera viðbrekin politisk mál, so sum lógina um foreldramyndugleika.

Kvinnufelagið í Havn hevur bjóðað netverkinum at húsast í Mettustovu úti á Reyni, tí felagið sær tað sum sína skyldu at vera við til at bøta um korini hjá føroyskum barnafamiljum sum heild.

Fyrireikararnir bjóða øllum - bæði kvinnum og monnum og børnum teirra í Mettustovu leygardagin 19. juni klokkan 14.00, har netverkið verður sett á stovn.

Stigtakarar eru:

Barbara S. Berg, sosialráðgevi og cand. ped. soc.

Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur

Ingrid M. Jacobsen, hondarbeiðslærarinna

Anna S. Hansen, pedagoglesandi