Stovna nýggja rørslu fyri samkynd í Føroyum

Tað er ikki longur sjálvsagt, at tey samkyndu noyðast at flyta av landinum, og ongantíð fyrr hava so nógv samkynd livað opið í Føroyum, sigur Bjarni Lisberg, sum er ein av fyrireikarunum. Mikukvøldið 1. juni verður nýggj rørsla til frama fyri samkynd sett á stovn.  

- Ongantíð fyrr hava so nógv samkynd livað opið í tí føroyska samfelagnum. Tað er ikki longur sjálvsagt, at einasta gongda leið, tá ið tú sprettur sum samkynd/ur, er ein einvegis ferðaseðil til Keypmannahavnar ella aðrar stórbýir. Fleiri og fleiri velja at verða verandi í Føroyum, tí tað er her vit búgva, arbeiða og virka.

- Vit vilja hava eina jaliga rørslu, sum skapar trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Rørslan skal sjónliggera okkum sum ein natúrligan part av samfelagnum, sigur Bjarni Lisberg, sum er ein av fyrireikarunum.

Ætlanin er, at rørslan skal fremja:

- at øll, uttan mun til kynsliga ábending og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi og skyldur og somu møguleikar at liva og virka í føroyska samfelagnum.

- at bróta niður fordómar og varpa ljós á umstøðurnar hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

- at veita ráðgeving, stuðul og upplýsing

- at virka fyri altjóða samstarvi við líknandi feløg

Stigtakararnir heita á øll, sum vilja stuðla hesi søk, um at møta á stovnandi aðalfund mikukvøldið 1. juni klokkan 19.30 í Mannarættindarúminum hjá Amnesty International Føroya Deild á Kongabrúnni í Havn.