- Ongantíð fyrr hava so nógv samkynd livað opið í tí føroyska samfelagnum. Tað er ikki longur sjálvsagt, at einasta gongda leið, tá ið tú sprettur sum samkynd/ur, er ein einvegis ferðaseðil til Keypmannahavnar ella aðrar stórbýir. Fleiri og fleiri velja at verða verandi í Føroyum, tí tað er her vit búgva, arbeiða og virka.
- Vit vilja hava eina jaliga rørslu, sum skapar trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Rørslan skal sjónliggera okkum sum ein natúrligan part av samfelagnum, sigur Bjarni Lisberg, sum er ein av fyrireikarunum.
Stigtakararnir heita á øll, sum vilja stuðla hesi søk um at møta á stovnandi aðalfund mikukvøldið 1. juni klokkan 19.30 í Mannarættindarúminum hjá Amnesty International Føroya Deild á Kongabrúnni í Havn.