Stovna felag Sandá at frama

Í annaðkvøld, týskvøldið 30. januar klokkan 19, verður stovnandi aðalfundur av felagnum »Náttúrufylkingin – Sandá at frama«

 

– Høvuðsendamálið er at virka fyri varðveitslu av friðaða fríøkinum við Sandá. Á fundinum fara tey at umrøða uppskot til viðtøkur, limaskap og annað viðkomandi, skrivar Urd Johannesen, stigtakari.

Fundurin verður í skúlanum á Argjahamri.

– Vit bjóða kaffi og okkurt afturvið. Møtið fjølment, saman standa vit sterkari, siga fyrireikararnir, sum kalla seg »Áhugafelagið »Varðveitið fríøkið við Sandá«.

 

Nógv rumbul hevur verið um nýggju kirkjuna á Argjum. Málið hevur verið ígjøgnum alla skipanina hjá býráðnum, og tað er góðtikið av friðingarnenvd. Kirkjuráðið hevur fingið prinsippielt byggiloyvi frá býráðnum, nú vantar bara at byggiloyvið verður skrivað út. Men stígur tykist vera komin í, nú málið hevur møtt so stórari mótstøðu. Málið var fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, men tað varð beint aftur í byggi- og býarskipanarnevndini, sum nú skal taka støðu í málinum. 

 

TRÝST HER fyri at lesa um málsgongdina í Tórshavnar býráð.

 

##med2##