Leygardagurin 7. desember er merkisverdur á tann hátt, at tað frá klokkan 6 í morgun og inntil klokkan 6 sunnumorgunin er ókeypis at koyra bæði í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum. Í hesum sambandi verður skipað fyri nógvum tiltøkum og samkomum í mongum støðum, sum tað er koyrandi til.
Tað er framvegis nógvur kavi, og hann sigur frá meiri kava í dag. Í kvøld fer tað at regna.
Sambært yvirlitinum hjá Landsverk er hann lágur í ættini – millum landsynning og útsynning. Vindferðin er upp í umleið 10 metrar um sekundið, og kuldin er niður í 5 kuldastig.
Landsverk sigur, at tað er hált og glerstoytt um alt landið, men tað er koyrandi alla staðni.
Í kvøld verður hann útsynningur og vestan í ættini. Tað verður ælaveður, eitt frískt lot og hitin verður upp í 3 hitastig.