Stórur roykskaði í svimjihøllini

Svimjihøllin í Havn stongdi tíðliga í ár, longu 4. desembur, fyri at gera høvuðsreint og ætlanin var, at hon skuldi lata upp aftur í dag, 27. desember.

 

So varð tó ikki. 12. desembur kyknaði eldur í einum rúmi í svimjihøllini. Tó at skaðin ikki var so stórur, so er sera nógvur roykskaði, og tí letur høllin ikki upp fyrr enn 4. januar komandi ár.

- Skaðin var avmarkaður. Vit vænta, at tað var eitt skammlop í einum rúmi, men tað var sera nógvur roykskaði, sum krevur eitt stórt upptak. Tí mettu vit tað vera neyðugt at útseta upplatingina eina viku, sigur Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini í Gundadali.

 

- Vit mugu nú vaska alt, sum er ein størri avbjóðing, tí har eru jú høgt millum gólv og loft. Vit mugu eisini taka partar av loftinum niður, sum eru illa farin. Tí megnaðu vit ikki at verða liðug til í morgun, sigur Gunnar Streymoy.