61,6 prosent atkvøddu ja á eini vegleiðandi fólkaatkvøðu um at geva samkyndin loyvi at giftast.
Meirilutin av avstralsku veljarunum hava atkvøtt ja til at gera tað lógligt hjá samkyndum at giftast.
Tað skrivar blaðið The Australian.
Fólkaatkvøðan er vegleiðandi, men avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, hevur fyrr sagt, at hann fer at senda eitt lógaruppskotið í tingið, um fólkið gav grønt ljós.
61,6 prosent hava atkvøtt ja, meðan 38,4 prosent hava atkvøtt nei.
Fólkaatkvøðan hevur verið umstrídd, tí tað hevur kostað avstralsku skattgjaldarunum 122 milliónir avstralskar dollarar, sum svarar til umleið 590 milliónir krónur.
Allastaðni í Avstralia hava stuðlar hjá rættindum hjá samkyndum at giftast hátíðarhildið sigurin. Stórar parkir í stórbýum sum Sydney, Melbourne og Brisbane eru klæddar í ælabogalitum – eitt symbol upp á stríðið hjá samkyndum fyri javnrættindum.
Tjóðartingið skal nú kjakast um, hvussu tey skulu broyta hjúnabandslógina.
Liberali senatorurin, Dean Smith, hevur sagt, at hann longu fáar tímar eftir úrslitið fer at senda eina lóg til atkvøðu í Senatinum.
/ritzau/