Hetta er eitt tiltak, sum undanfarin ár hevur verið væl vitjað, og leygardagin komandi byrjar matmarknaðurin klokkan 11 og varar til klokkan 15.
- Við matmarknaðinum fagna vit føroysku rávøruni og bjóða virkjum, feløgum og einstaklingum, sum vitja marknaðin, góðbitar.
Í Fuglafirði siga tey, at her verður eisini høvi hjá vitjandi at keypa føroysku vørurnar og fylla sær matkovarnar, nú heystið er fyri stavn.
- Matmarknaðurin er ein sýnisgluggi fyri føroyskar vørur, og endamálið við marknaðinum er at gera hesar vørur atkomiligar.
Millum vørurnar, sum verða á marknaðinum, verður eitt alt frá kjøtpylsu úr Gásadali til føroyskt framleitt grønmeti, fekst sjógæti, laksur, makrelur, føroyskt neyta-og lambskjøt, seyðaostur, rabarbusaft og mangt annað.
##med2##
Matmarknaðurin í Fuglafirði varð fyrstu ferð fyriskipaður í 2016, og hevur verið væl vitjaður øll árini, bæði av føroyingum og útlendskum ferðafólki.
- Vit gleða okkum at hitta tykkum øll, og her verður møguligt bæði at skilja, smakka, snakka og keypa, siga tey í Fuglafirði.
Matmarknaðurin er partur av mentanartiltaki í Fuglafirði.