Stórur kórfestivalur komandi viku

Fyrsta føroyska messa eftir Sunleif Rasmussen verður framførd í næstu viku, tá Føroyar verða vertir fyri stórari norðurlendskari kórstevnu

Føroyar eru í ár vertur fyri einum stórum norðurlendskum sálmafagnaði, ein festivalur fyri kirkjukór og kirkjusangarar. 

 

Festivalurin byrjar Kristi Himmalferðardag og tá fara tey flestu av luttakandi kórunum at syngja í krikjum kring landið.

Hetta er fyrstu fer at norðurlendski kirkjusangarafestivalurin verður hildin í Føroyum og 424 sangarar úr 33 kórum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum luttaka hava teknað seg til festivalin.


Fyrireikararnir hava lagt eina víttfevnandi skrá til rættis, har luttakararnir bæði fara at syngja egið tilfar, læra nýggjar kórsatsir, eins og at luttaka í eini felags framførslu.

 

Hæddarpunktið undir kirkjukórfestivalinum er eitt kórverk, ein Norðurlendsk Messa, sum okkara egni Sunleif Rasmussen hevur skrivað til høvið og sum verður framført  av einum samansettum kóri saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum leygardagin  31. mai klokkan 18.00.

 

Hetta er fyrsta føroyska messa nakrantíð
 

At so nógvir sangarar eru savnaðir í Føroyum fer at merkjast í stórum pørtum av landinum. Kristi Himmalferðardag fara tey flestu av hesum nógvu kórunum sum nevnt at syngja til gudstænastur í kirkjum kring landið.

 

Fríggjakvøldið verður stevnustemningur í Havn, tá skipað verður fyri almennum felagssangi í Vaglinum kl. 21.00 undir leiðslu av Ólavi Hátún, umframt at konsertir við luttakandi kórum verður á 4 støðum í Havn.

 
Norðurstevnusunnudag 1. Juni,  verður Norðurlendsk hátíðargudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hendan guðstænastan verður sjónvarpa av Kringvarpinum og send í almennu sjónvarpsráunum í øllum norðurlondum, skriva fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.