Stórur gravgangur eftir at sleppa í heitu pottarnar

Festivalurin má gera fleiri armbond, tí gravgangurin eftir at sleppa í pottarnar er ovurstórur.

Eitt av hæddarpunktinum hjá nógvum festivalgestum er at sleppa í heitu pottarnar á G! Til ber hjá gestum at keypa sær eitt armbond fyri 100 krónur, ið harvið gevur atgongd til pottarnar allan festivalin.


Eftirspurningurin eftir at sleppa í pottarnar er so mikið stórur í ár, at øll 500 armbondini, ið vórðu framleidd eru útseld.


- Líka síðani, at vit lótu upp mikukvøldið, hevur tað verið ein stríður streymur av fólkum. Tað hevur so at siga verið fult. Øll 500 armbondini eru seld, so vit brúka gomul armbond nú, sigur Elin Lindenskov, ið hevur ábyrgdina fyri pottarnar.


Tosa hevur verið um at keypa fleiri pottar til festivalin, og er tað eisini ein íløga, ið Elin vónar verður gjørd til næstu ferð.


- Eg vóni at fleiri pottar verða keyptir, tí fólk veruliga hugna sær í saunini, pottunum og við at leypa á sjógv, sigur Elin at enda.